- Eg gjørdist sera glað, tá eg fekk áheitan um at hava hesa fyrstu framsýningina umborð á Smyrli.
Listakvinnan Fríða Brekku var tann fyrsta sum slapp av vísa fram myndir sínar umborð á Smyrli.
Á hesi framsýningini eru íalt 18 myndir, og koma hesar at hanga uppi í eina tíð.
Fyrrapartin í dag lat hon upp hesa øðrvísi framsýningina umborð á Smyrli.
- Eg havi her serliga hugsað um føroysk myndevni. Og tí eru oyggjar og skýggj ein týðandi partur av mínum myndum, sigur hon.
Ynski hennara er, at ferðafólkini kunnu njóta øll listarverkini umborð. Á henda hátt sleppa tey undan at keða seg ta løtuna, tað tekur at sigla á Trongisvágsfjørð.
Samstundis við hesa framsýningina hjá Fríðu eru sjey onnur ung listarfólk biðin um at vísa fram listarverk síni á ymiskum støðum í skipinum. Hesi listarverkini verða kortini hangandi framyvir.
Ein estetisk heild
Hugsanin um at myndprýða nýggja Smyril á henda hátt er ikki nýggj.
Meðan arbeitt hevur verið við byggingina, hevur ein samstundis fyrireikað ætlanina um, hvussu skipið skuldi prýðast.
Ætlanin hevur allatíðina verið, at henda prýðing skuldi vera ein heildaruppliving. Hon skuldi vera í tráð við innrættingina umborð og skuldi haraftrat leggja nakað eyka í upplivingina at sigla við flaggskipi okkara.
- Okkara vón er, at henda prýðingin skal roynast fjølbroytt og spennandi fyri ferðafólkini.
- Men hetta skal eisini verða sum ein estetisk heild, sum kann siga eina heila søgu. Og tí haldi eg eisini, at hesi verkini siga á hvør sín hátt ein part av søguni um føroyska myndlist, segði stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen tá framsýningin lat upp í morgun.
Tað er tí ikki ov nógv sagt, at henda framsýningin er endin á ætlanini at prýða nýggja Smyril.
Hetta er samstundis byrjanin til eina nýggja uppliving hjá ferðafólki av list. Av tí at hetta er eitt ferðafólkaskip, kunnu tí nógv fleiri fólk enn annars gerast kunnug við, hvussu stórt fjølbroytni sum finst innan føroyska list.
Sjey listarfólk
Tey sjey listafólkini sum framsýna verk síni umborð á Smyrli eru hesi:
Hansina Iversen, Anker Mortensen, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen og Bjarne Werner Sørensen.
Felags fyri tey er at tey eru øll fødd eftir 1960, hava útbúgving innan list og arbeiða sera vitandi við føroyskari málningahevd.
Nú hava tey so fingið møguleikan at lýsa føroyska list úr einum skipi. Og hesa avjbóðingina hava tey megnað sera væl.