Nakað eftir klokkan hálvgum fýra fekk strandfaraskipið Smyril sonevnt black-out uttanfyri Sandoy. Smyril var akkurát farin um Dalsfles, tá ið streymurin fór, og allar maskinurnar steðgaðu.
Streymurin kom aftur beinanvegin, og eftir einar fimm minuttir fóru maskinurnar í gongd aftur.
Skiparin boðaði ferðafólkinum frá, at talan var um eitt black-out, men at eingin vandi var á ferð.
Men ongin vandi var nakrantíð á ferð, tí lukkutíð var veðrið gott og skipið var langt úr landi.
Skiparin boðaði í hátalarunum frá, at tað fór ikki at ganga leingi at fáa maskinurnar í gongd. Og rætt fekk hann. Steðgurin uttanfyri Sandoynna gjørdist góðar fimm minuttir, og Smyril setti so kós ímóti Havnini aftur.
Men skjótt boðaði skiparin aftur frá í hátalarunum, at tað var onnur bógskrúvan, sum tað varð galið við og at tað helst fór at verða neyðugt at bíða eina løtu uttanfyri Havnina, tí har er so trongligt.
Smyril slowaðu norður ímóti Havnini ímeðan roynt varð at rættað brekið, men steðgurin í Nólsoyarfirðið gjørdust ein góður hálvur tími.
Tá fór eitt ferðamannaskip av Havnini, so har bleiv rúmligari og í góðveðrinum hættaði skiparin sær at leggja at, hóast bara onnur bógskrúvan riggaði.
Smyril skuldi fara av aftur Havnini klokkan 18.30 í gjárkvøldið, men hann varð liggjandi til brekið varð rættað og sostatt loysti hann ikki aftur fyrrenn klokkan 21.30.
Kanna skipanir og mannagongdir
Conrad Gaard Joensen á Strandferðsluni sigur, at fyri sovítt var tað ikki eitt tekniskt brek, sum var orsøkin.
Orsøkin til at skipið misti alla maskinkraftina var, at ímeðan smyril sigldi norður, varð arbeitt upp á bógskrúvna.
Men brádliga ímeðan teir arbeiddu var skammlop, sum gjørdi, at skipið eisini misti alla framdriftina.
Hann sigur, at samband eigur ikki at vera ímillum bógskrúvuna og maskinkraftina, ið hevur við framdriftina at geva, men tað var tað kortini.
Nú er Strandferðslan farin í holt við at kanna skipanirnar og at tryggja, at tær verða fullkomiliga skildar sundur og samstundis verða mannagongdir broyttar fyri, hvussu og nær teknisk brek skulu umvælast.
- Vit eru farin at gjøgnumganga allar skipanirnir og mannagongdir so at slíkt ikki hendir aftur, sigur Conrad Gaard Joensen.










