Smyril smávegis trupulleikar

Tá Smyril kom suður móti Tangafjørði seinnapartin uppstóðu smávegis trupulleikar, men eftir at hava vent runt eina ferð, legði skipið av 20 minuttir seinkað. - Tað vóru onkrir smávegis trupulleikar, tá Smyril kom suður móti Tangafjørði, men eftir at hava vent runt einaferð, sigldi hann aftur inn á fjørðin, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.

Hann visti ikki nágreiniliga, hvør trupulleikin var, men hann hevur ikki havt nógv upp á seg.

- Trupulleikarnir gjørdu, at Smyril gjørdist einar 20 minuttir seinkaður, men hann er farin aftur í regluliga sigling, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.