Tá ið Smyril kom úr Suðuroy til Havnar í mrorgun, var so ókyrt, at hann fekk ikki ligið við bryggju í Havnini.
Tað var so nógvur súður í sjónum, at Smyril sleit fleiri endar og tí gjørdi skiparin av at fara frá bryggju og sostatt liggur Smyril í Nólsoyarfirði.
Hann fer tó aftur til bryggju eftir ferðafólki, bilum og farmi so at hann sleppur til Suðuroyar klokkan 13 eftir ferðaætlanini.
Hann siglur eisini norður aftur til Havnar úr Suðuroy klokkan 15.30 og suður aftur klokka n18.30 eftir ferðaætlanini.
Men seinasti túrurin úr Suðuroy til Havnar klokkan 21, verður ikki sigldur.
Tað er so ókyrt við bryggjuna í Havn, at skiparin heldur, at tað er óráð at lata Smyril liggja í Havn í nátt.
Tí verður hann liggjandi við bryggju á Krambatanga á Trongisvágsfirði og í morgin siglur hann sostatt sum sunnudag, tvs, at hann fer fyrsta túr úr Suðuroy klokkan 7 í mrogin árini.