Smyril
Nýggi Smyril skal heilt agjørt ikki longu í dokk.
Tað staðfestir Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Sostatt avsannar hann leysatíðindi, sum eru farin at ganga um, at nýggi Smyril riggar so illa, at tað longu nú skal vera neyðugt at koyra hann av landinum í dokk.
Søgurnar siga, at smyril skal vera burtur í minst tveir mánaðir.
Hetta passar heilt avgjørt ikki. Smyril skal ikki takast úr sigling, sigur Kristian Davidsen.
Hann sigur, at Smyril riggar væl eftir umstøðunum, men at tað ikki slepst undan, at nakrar barnasjúkur eru.
Men hetta er púra vanligt við núggjum skipum, sum eru so framkomin, sum Smyril er. Hetta eru trupulleikar, sum ferðafólkið at kalla onki merkir til og støðan batnar alsamt. Tó skulu vit vænta, at trupulleikar fara at stinga seg upp í nakrar mánaðir afturat, til at fæst at rigga, sum tað eigur.
Hann vísir eisini á, at næstan allar skipanir umborð á Smyrli hava eykaskipanir, sum sláa til, tá ið vanliga skipanin ikki virkar. Tað eru trygdarskipanir, sum sláa til, skuldu tær vanligu skipanirnar ikki virka.
Hann veit ikki, hvussu hesar leysasøgur eru íkomnar, men tað er púra onki hald í teimum, tí tær eru tiknar úr bláari luft.
Spurningur í Løgtinginum
Annars eru leysasøgurnar so seiglívaðar, at málið skuldi reisast á Løgtingi í dag. Har skuldi Heidi Petersen, tinglimur hjá Tjóveldisflokkinum, spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um tað er rætt, at Smyril skal av landinum í dokk og um at í hesum sambandi skal takast úr sigling í minst tveir mánaðir.
Men sum sagt veitir stjórin á Strandferðsluni vissu fyri, at hetta bert eru leysasøgur og tí er onki grundarlag fyri fyrispurninginum.