Føroya Rættur gjørdi í dag av, at Strandfaraskip Landsins verur dømt at viðurkenna, at Tvøroyra Kommuna hevur rætt at krevja gjald fyri vatnið, sum Smyril bunkrar Ein ósemja um gjald fyri vatn, sum Smyril hevur bunkrað á Tvøroyri endaði við, at Tvøroyra Kommuna dró Strandfarskip Landsins í rættin.
Og dómur fall so á miðdegi í dag.
Føroya Rættur dømdi Strandfaraskip Landsins at viðurkenna, at Tvøroyra Kommuna hevur rætt til aat krevja gjald fyri vatnið til Smyril.
Hinvegin varð Strandfaraskip Landsins fríkent fyri at rinda fyri vatnið fram til oktober 2007.
Hvørgin parturin skal rinda sakarmálskostnaðin hjá hinum partinum.