Suðuroyarsiglingin
Tey, sum skuldu úr Havnini til Suðuroyar við Smyrli mikukvøldið, fingu seg rættiliga roynd.
Smyril var á Skála til botneftirlit og eftir ætlan skuldi hann sigla av aftur Havnini til Suðuroyar klokkan 22 mikukvøldið.
Men tá ið teir eru í ferð við at fylla dokkina á Skála, varnast tey, at ttey fáa ikki bógskrúvuna á Smyrli at rigga.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at slík brek kunnu vera rættiliga ring at finna, men arbeitt varð av kraft uppá at finna brekið.
Men samstundis varð lýst, at fráferðin av Havnini varð útsett ein tíma.
Men tað gekk strilti at finna brekkð, hóast serkøn hjálp eisini kom úr landi og ferðin varð útsett tvær ferðir afturat.
Men tað gekk heldur ikki og so varð avgjørt, at Smyril skuldi sigla klokkan trý um náttina, sama um bógskrúvan fekst at rigga ella ikki.
Men beint áðrenn klokkan 3 varð feilurin funnin og tí varð gjørt av at rætta hann.
Endin varð, at Smyril slapp ikki úr dokkini, fyrrenn klokkan var fýra um náttina og klokkan 4.50 sigldi Smyril av Havnini.
Kunnaðu ferðafólkið
Tað eina kvøldið beint fyri jól varð Smyril hálvan triðja tíma seinkaður úr Havnini og tá varð funnist hvassliga at Strandferðsluni fyri at hon ikki hevði kunnað ferðafólki betri, tí øll tey, sum bíðaðu í bilum at sleppa við, fingu onki at vita.
Tá lovaði strandferðslustjórin, at bøta um støðuna og næstu ferð ein slík seinking tók seg upp, skuldi ferðafólkið kunnast betri.
Og mikukvøldið vórðu tey væl kunnað um tað, sum hendi, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið tað varð greitt, at Smyril varð seinkaður, fingu tey fólk oman á Farstøðina at siga og tey greiddu eisini teimum, sum bíðaðu í bilum, frá støðuni.
Kristian Davidsen sigur, at tey á Farstøðini gjørdu ferðafólkunum kaffi og eftir umstøðunum var lagið á ferðafólkinum gott, hóast te bíðaðu í næstan sjey tímar.
?Eg haldi, at bæði tey, sum arbeiða á farstøðini, og skipari og manning á Smyrli, gjørdu eitt rættiliga gott arbeiði undir teimum truplu umstøðunum sum vóru, sigur stjórin á Strandferðsluni.










