Smyril siglt 3200 suðuroyingar á ólavsøku

Tveir triðingar av suðuroyingum eru farnir á ólavsøku

 

Hesar seinastu dagarnar hevur Smyril ført eini 3200 fólk úr Suðuroy til Havnar at halda ólavsøku.

 

Eyðvitað eru nøkur fremmand ferðafólk ímillum, men nógv tey flestu eru suðuroyingar, sum eru farnir til Havnar at halda ólavøku og sostatt eru tveir triðingar av suðuroyingum í Havn í hesum døgum.

 

Hinvegin er rættiliga lítið av fólki komið suður úr Havnin

 

Erland Mørkøre sigur, at mikudagin vóru 500 ferðafólk norður við Smyrli, hósdagin førdi Smyril 1000 ferðafólk úr Suðuroy til Havnar og í gjár, fríggjadagin vóru 1100 fólk við Smyrli til Havnar.

 

Í dag, ólavsøkuaftan siglur Smyril ein túr. Tað var fyri eini løtu síðani, tá ið hann fór av Krambatanga, og á hesum túrinum eru 500 ferðafólk við.

 

Og tað eru nógvir av Suðuroyingum, sum eisini hava bil við, tí bæði hósdagin og í gjár var hann fullsettur av bilum, men í dag eru tað mest ferðafólk til gongu, sum eru við, og tískil eru ikki so nógvir bilar við. 

 

Annars høvdu fólk óivað væntað, at Smyril fór at vera fullsettur við bilum í morgun, tí longu klokkan sjey, tveir og ein hálvan tíma, áðrenn hann skuldi sigla, stóðu bilar í bilageilini á ferjuleguni á Krambatanga.

 

Annars kom rættiligur fjáltur á fólk í gjár, tá ið tað frættist, at Smyril mátti broyta ferðaætlanina í evstu løtu, so ístaðin fyri at sigla tveir túrar í dag, sum ætlað, verður bara hesin eini sigldur.

 

Erland Mørkøre skilir fullvæl, at fólk eru ørkymlað av at ferðaætlanin verður broytt við so stuttum skotbráið. Men orsøkin er, at tað gekk ikki sum ætlað í samband við, at ein motorur er yvirhálaður. Ætlanin var, at Smyril skuldi fáa fulla motorkraft í dag og tí varð lýst við tveimum túrum. Men seinnapartin í gjár gjørdust tað teimum greitt, at tað fór ikki at eydnast kortini, og tí mátti ferðaætlanin brádliga broytast aftur, tí við avmarkaðari maskinorku siglur hann so seint, at hann klárar ikki at sigla tveir túrar. Og tessvegna mátti ferðaætlanin aftur broytast.

 

Men hóast fólk eru ørkymlað, og summi eru ill, sigur Erland Mørkøre, at ferðafólkið umborð hava tikið tað ómetaliga pent, tí umborð hava tey ikki merkt nakað sum helst til nakra ónøgd. Samanumtikið heldur hann heldur ikki, at tað hevur órógvað nakað serligt, tí summi, sum ætlaðu sær norður í morgun, framskundaðu bara ferðina, og fóru í gjárkvøldið ístaðin.

 

Men helst eru tað eisini nøkur, sum hava setst aftur, tað hava tey í hvussu so er boðað frá á Facebook.