Aftur nú eru trupuleikar við motorunum umborð á Smyrli.
Strandfaraskip Landsins boða í dag frá, at seinkingar kunnu væntast á Suðuroyarleiðini, tí at Smyril komandi dagarnar fer at sigla við trimum motorum.
Fjórði motorurin verður umvældur, men hetta verður gjørt umborð, uttan at Smyril má á beding.
Umvælingarnar verða gjørdar fram til fríggjadagin, boðar Strandferðslan frá.