Smyril siglir viðhaldsfólk til stórdystin

Fótbóltur: Smyril siglir millum Klaksvík og Havn sunnudagin

Nú er tað avgjørt, at størsta ferðamannskipið, sum siglir millum oyggjarnar, fer at flyta viðhaldsfólk til og frá stórdystinum millum B36 og KÍ í Havn sunnudagin.

Vanliga fara nógv viðhaldsfólk úr Klaksvík til dystirnar í Havn, og hesaferð leggur høvi upp til, at nógv hundrað fólk fara.

Tí fer Smyril at flyta viðhaldsfólk hjá KÍ beinleiðis úr Klaksvík til Havnar. Farið verður úr Klaksvík sunnudagin klokkan 11.45, og Smyril siglir av Havnini klokkan 19.00.