Smyril siglir í samband við Elton John konsertina

Smyril flytir fráferð í samband við konsertina hjá Elton John týskvøldið 29. juni 2010. Smyril fer hetta kvøldið av Havnini kl. 21.30 ístaðin fyri kl. 18.30, sum vanligt er.

 

Sostatt verður tað lætt og smidligt hjá suðuroyingum at fara á Elton John konsertina, tí Smyril siglur norður kl. 15.30 og suður aftur kl. 21.30.