Fiskaflutningur
Smyril eigur ikki at verða seldur. Tvørturímóti eigur hann at verða brúktur at sigla við fiski ímillum Føroyar og umheimin.
Tað halda fólk í fiskivinnuni í Føroyum.
Nú nýggjur Smyril kemur næsta ár, ætlar landsstýrið at selja Smyril sum nú er.
Mett verður, at hann kann seljast fyri einar seks milliónir, men summi meta, at so nógv fæst ikki fyri hann.
Undir øllum umstøðum er talan um upphæddir, sum landskassin hvørki livir ella doyr av.
Samstundis verður mangan ført fram, at skulu vit menna fiskivinnuna í Føroyum, verður neyðugt við munandi betri flutningssambandi ímillum Føroyar og umheimin.
Tí halda fólk í fiskivinnuni í Føroyum, at tað er skeivt at selja Smyril.
Heldur eigur landið at seta hann í sigling við fiski ímillum Føroyar og umheimin.
? Verður Smyril settur í sigling ímillum Suðuroynna og Scrabster við fiski, kann hann sigla minst tveir túrar um vikuna og tað vildi givið føroyingum eina heilt aðra støðu á feskfiskamarknaðinum í Evropa, halda fiskaútflytarar.
Eitt sera stórt framstig
Teir halda avgjørt, at tað vildi verið eitt stórt framstig at fingið eina slíka sigling í fastari rutu tvær ferðir um vikuna.
Teir siga, at vit mugu ásanna, at í løtuni er sambandi ímillum Føroyar og umheimin ikki nóg gott, hvat fiskaflutningi viðvíkur.
? Smyril er væl royndir á hesum øki, tí hetta er ein sigling, hann hevur verið í áður og hevur roynst sera væl í.
? Eitt tað størsta bakkastið fyri føroyska fiskivinnu í longri tíð, var, tá ið Teistin varð seldur og uttanlandssiglingin við fiski hjá Strandferðsluni helt uppat.
Fiskaútflytarar siga, at síðani hava privatu flutningsfyritøkurnar roynt seg.
? Men vit kunnu bara staðfesta, at tænastan er ikki fullgóð, tí fráferðirnar eru ov fáar og ov ólagaligar ? í hvussu so er fyri partar av útflytarunum
Útflytarar leggja leggja afturat, at er fiskurin fyrst komin til Scrabster, eru sera góðir møguleikar fyri víðari flutningi niður til alt Evropa.
Og tað onginsum sigur, at hann skal sigla tómur heimaftur og hóast Skotland er okkkara næsti granni, er tað ómetaliga lítið, vit flyta inn haðani frá, hóast tað eisini er væl bíligari enn í Danmark.










