Í hesi løtu fer Strandfaraskipið, Smyril skúmandi út eftir Trongisvágsfirði.
Tað skuldi hann annars verið farin fyri einum tíma síðani eftir ferðaætlanini. Men Smyril fekk tekniskar trupulleikar við eini pumpu, so hann fekk ikki farið av Krambatanga eftir ferðaætlanini klokkan sjey í morgun.
Men síðani er brekið umvælt, og Smyril er nú á veg til Havnar, ein tíma seinkaður, og sostatt verður hann ikki á Havnini fyrrenn klokkan 10 ístaðin fyri klokkan níggju, sum hann átti.
Men hetta ávirkar ikki ferðaætlanina tað, ið eftir er av degnum, tí hann fer suður aftur klokkan 13.