Smyril roynir aftur klokkan 13

Hann fór ikki úr Suðuroy í morgun, sum ætlað. Eisini Teistin og Ternan avlýsa

 

Tað eydnaðist ikki Smyrli at sigla ímillum Suðuroy og Havnina í morgun, soleiðis, sum ætlað

 

Smyril varð lagdur á miðdegi í gjár og skuldi royna aftur klokkan 9. 30 í morgun.

 

Men nú boðar Strandferðslan frá, at tað eydnaðist ikki.

 

Nú verður roynt at taka siglingina upp aftur klokkan 13 í dag og tá  í Smyril ætlandi fer av Krambatanga til Havnar

 Tá hevur onki ferðasamband verið í eitt samdøgur.

 

Smyril hevur mist ein av teimum fýra motorunum og tí er motororkan av manøvrera innanfyri molan í Havnini, ógvuliga avmarkað.

 

Teistin hevur eisini avlýst alla sigling fyribils. Ternan slapp ikki at bryggju í Nólsoy í gjárkvøldið og fór heldur ikki av Havnini í morgun. Hon roynir aftur klokkan 13.30