Smyril og Teistin broyta ferðaætlan

Vánliga veðrið í kvøld og í morgin hevur broytingar við sær á samferðsluøkinum. Eittnú broytir Smyril ferðaætlan í morgin, fríggjadagin.

Strandferðslan hevur hesa fráboðan í kvøld.

 Fyri veður siglir Smyril soleiðis fríggjadagin 21-02-20:

Krambatangi - Tórshavn 07:00

Tórshavn - Krambatangi 17:00

Krambatangi - Tórshavn 20:00.

 

Eisini Teistin ger broytingar í ferðaætlanini:

Fyri veður siglir Teistin fyrsta túr úr Skopun kl. 10.30 í morgin, fríggjadagin tann 21-02-20, boðar ssl.fo frá..