Hann skuldi sigla av Krambatanga klokkan 10.30, men tað verður av ongum og nú er óvist, hvussu verður við siglingini í dag Smyril hevur álvarslig teknisk brek ídag og tað er púra óvist, hvussu verður við siglingini.
Hann skuldi fara úr Havn klokkan sjey í dag, men brek í elektrisku skipanini førdi til, at ferðin varð útsett í tveir tímar.
Smyril fór so úr Havn klokkan 8.55, tá ið teir hildu seg hava loyst trupulleikan og hann skuldi so sigla av Krambatanga og norður aftur klokkan 10.30, sum er ein tíma seinni enn eftir ferðaætlanini.
Men tá ið Smyril hevði siglt eitt korter av Havnini í morgun, fór brekið aftur at gera um seg aftur. Men teir mistu ongantíð stýringina og vandi var ongnatíð á ferð. Teir fingu eisini gongd á aftur, men fyri at binda um heilan fingur, vendi Smyril aftur til Havnar.
Bogi Mortensen,samferðslustjóri, sigur, at nú er óvist, hvussu verður við siglingini, tí loyst verður ikki, fyrrenn trupulleikin er endaliga loystur.









