Smyril mátti strika ein túr tí at manningin skuldi hvíla seg

Tað eru altjóða krøv um hvílitíðir hjá manningini, so tað var einki at gera

Tað var ein heilt ávís orsøk til at Smyril mátti strika ein túr ímillum Suðuroynna og Havnina á Jóansøku.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jenis av Rana, løgtingslimur fyri Miðflokkin, hevur givið ilt av sær tí at túrurin av Krambatanga, til Havnar, sunnumorgunin á Jóansøku, varð strikaður, og tí hevur hann biðið landsstýrismannin greiða frá, hví hetta var neyðugt, og um tey fólkini, sum ikki sluppu at ferðast, tá ið tey høvdu ætlað tað sunnumorgunin, fáa endurgjald.

Hann vísir á, at útisiglarar og tey, sum annars skuldu av oynni sunnumorgunin, høvdu ongan annan møguleika enn at bróta jóansøkuhaldið av og at fara norður við Smyrli leygarkvøldið, og at finna sær innivist norðanfjørðs, ella útseta ferðina við tí kostnaði, tað kann bera við sær.

Heðin Mortensen sigur, at í sambandi við Jóansøkuna, fekk Strandferðslan nógvar áheitanir frá Tvøroyrar Kommunu, Róðrarsambandinum og ítróttarfeløgum á Tvøroyri um at útseta túrin leygarkvøldið á Jóansøku.

Vanliga siglur Smyril klokkan 18.30 til Havnar, men »eftir drúgvar tingingar loraði Strandferðslan til at sigla, sum biðið varð um«, sigur Heðin Mortensen.

Sostatt sigldi Smyril norður klokkan tíggju um kvøldið. Men tað merkir, at Smyril er ikki í Havn fyrr enn á midnátt og eftir tað gekk manningin til klokkan 3.30 um náttina og riggaði av.

Sostatt bar ikki til at sigla Suður aftur, soleiðis at Smyril eisini kundi sigla av Krambatanga til Havnar sunnumorginin.

Smyril kundi ikki sigla aftur fyrrenn klokkan 11 fyrrapartin sunnudagin, og orsøkin til tað eru altjóða reglur um kravdar hvílitíðir hjá manninginni.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað bar til hjá eini 25-30 fólkum, sum skuldi vera í Havn sunnumorgun, at leiga sær kamar umborð á Smyrli, tá ið hann fór norður leygarkvøldið klokkan 22, tí so kundu tey sovi umborð til sunnumorgunin.

Heðin Mortensen sigur eisini, at Strandferðslan tryggjar ikki ferðafólk, men hava tey eina ferðatrygging sjálvi, tekur hon kanska við í slíkum føri sum hesum.

– Tað hava verið onnur dømi har Smyril ikki hevur siglt fyri veður, og tá hevur spurningurin um trygging eisini verið havdur á lofti, men svarið er tað sama, at Strandferðslan tryggjar ikki síni ferðafólk.