Strandferðsla
Mánakvøldið fingu suðuroyingar ein lítlan smakk av, hvussu ótolandi viðurskiftini í Tórshavnar Havn, eru.
Smyril varð nevniliga meiri enn hálvantriðja tíma seinkaður av Havnini, tí hann kom at liggja so illa fyri, at teir mundu ikki verðið liðugir at fáa farmin í land.
Hann skuldi fara av Havnini klokkan sjey mánakvøldið, men klokkan var farin av hálvgum tíggu, áðrenn hann loysti.
Smyril fór av Drelnesi klokkan hálvgum fýra seinnapartin mánadagin og skuldi koma til Havnar klokkan trýkorter til seks.
Tað gjørdi hann eisini, men tá var longu sperðil komin í.
Lómur hjá Skipafelagnum hevði havt ein baldrutan túr upp úr Danmark og var ikki komin á Havnina fyrrenn klokkan fimm seinnapartin mánadagin. Hann legði at beinanvegin inni í krókinum, har Smyril plaga at liggja. Annars skuldi Lómur bæði verið komin og farin, men veðrið gjørdi, at hann varð seinkaður.
Tí skuldi Smyril leggja at úti á Skansabryggjuni, men har var so nógvur súður í sjónum at har var ikki liggjandi. Tí mátti hann flyta og leggja seg úti á Molanum.
Men har kann hann bara brúka síðurportrið og ígjøgnum síðuportrið er ikki hugsingur um at fáa treylarar í land.
Treylarar við fiski, sum Smyril hevði norður við, mátti tískil umskipast. Treylararnir vórðu sostatt tømdir á dekkinum og fiskurin koyrdur í land á trukkum.
Hetta førdi við sær, at Smyril var meiri enn hálvantriðja tíma seinkaður.
Ikki tikin til gísla
Tað er onki dulsmál, at Smyril hevur stórar trupulleikar at sleppa at í Havnini. Tórshavnar Havn og Tórshavnar býráð hava fleiri ferðir ávarað um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, sleppur Tórshavnar Havn ikki at dýpa framvið Tinganesi og at gera atløgupláss til Smyril á Bursatanga, undir liðini á Norrønu.
Og avleiðingarnar eru júst tað, sum hendi mánakvøldið.
Fær Smyril ikki fast atløgupláss á Bursatanga, er onki annað fast pláss at vísa honum á, og so mugu suðuroyingar taka til takkar við, at Smyril verður lagdur onkustaðni, har pláss er.
Og tað eru tey sum halda, at tað, sum hendi mánakvøldið varð eitt slag av mótmæli frá Tórshavnar Havn og at Tórshavnar havn nú brúkti hetta høvi til at skera út í papp, hvussu umstøðurnar verða, sleppa tey ikki at gera atløgupláss til Smyril á Bursatanga.
Men Jónsvein Lamhauge, havnarfúti í Havn, avsannar staðiliga, at Smyril varð tikin til gísla mánakvøldið.
Hann vísir á, at Lómur varð nógv seinkaður mánakvøldið, men at tað er ongantíð so átrokandi hjá honum at sleppa at bryggju beinanvegin, sum tá ið hann er seinkaður.
? Skipafelagið er ein av okkara góðu, føstu kundum og tað ber ikki til at skúgva teir til viks, fyri at lata Smyril sleppa framum.
? Smyril slapp so hóast alt til bryggju, men trupulleikin er, at teir fáa ikki treylarar ígjøgnum síðuportrið.
Men so tekur havnafútin í Havnini uppaftur, at tað er júst hetta sum hendir av og á, tá ið umstøðurnar í Tórshavnar Havn eru so trongar.
? Umstøðurnar í Tórshavnar Havn eru sera vánaligar, tað vita vit
Tí vónar hann framvegis, at tað fer at bera til at gera atløgupláss inn á Bursatanga, so at Smyril fær fast pláss har, tí so er trupulleikin loystur.