Smyril Line svarar Eivindi Jacobsen

Eivind Jacobsen hevur havt tvær greinar í bløðunum, har hann skrivar ímóti ætlanini hjá Smyril Line at byggja nýtt skip. Tíverri tykist endamálið hjá honum meira vera at royna forkoma ætlanini enn at viðgera málið sakliga.

 

Jóannes á Váli, fíggjarstjóri




Eivind Jacobsen hevur havt tvær greinar í bløðunum, har hann skrivar ímóti ætlanini hjá Smyril Line at byggja nýtt skip. Tíverri tykist endamálið hjá honum meira vera at royna forkoma ætlanini enn at viðgera málið sakliga.

Í tí sum hann skrivar eru so nógvar villur og skeivar niðurstøður, at tað gevur lesarum, ið ikki vita betur, eina heilt skeiva uppfatan av projektinum.

Tí hesar viðmerkingar.


Ferðafólkatal

EJ skrivar, at budgetterað verður við einum ferðafólkatali í 2003, sum er 43% størri enn í 2000. Hetta er rætt, men so leggur hann afturat, at hetta ljóðar ikki minni veruleikafjart, tá ferðafólkatalið í 2000 var 7-8% minni enn í 1999.

Tað hava altíð verið skiftandi ár, og tá ferðafólkatalið var hægri í 1999 enn í 2000, so ber hetta nettupp boð um, at tað ikki er so veruleikafjart at rokna við einum vøkstri.

Smyril Line budgetterar við umleið sama ferðafólkatali í 2001 og 2002 sum í 1998 og 1999. Tá nýggja skipið kemur í 2003, hava vit budgetterað við eini hækking upp á 30%. Alt bendir á, at ferðafólkatalið í ár verður nógv størri enn í 2000. Higartil í ár eru bíleggingarnar 25% fleiri enn somu tíð í fjør. Tað kann tí ikki sigast at vera ov optimistiskt, tá budgetterað verður við einum vøkstri upp á 10% í ár.

Hóast bíleggingarnar í ár eru 25% størri enn í fjør, nýtist hetta ikki at merkja, at belegningurin verður tilsvarandi størri. Orsøkin til hetta er, at skipið fyllist í hásesongini, og tí eru nógv, sum ikki sleppa við. Tá bildekkið er fult, minkar áhugin, sjálvt um koyggjur enn eru tøkar.

Vit vita, at tað í hásesongini er ein rættiliga stórur eftispurningur í dag, sum ikki kann nøktast vegna vantandi kapacitet. Tað merkir, at um vit høvdu eitt størri skip í dag, so hevði ferðafólkatalið eisini verið størri í dag. Tá Smyril kom í síni tíð var hann ov stórur, og tá so Norrøna kom, var hon eisini ov stór í byrjanini. Smyril Line stóð seg, hóast siglt varð 10 tey fyrstu árini í harðari kapping við DFDS. Afturat hesum eru vit sannførdir um - og tað vátta okkara søluumboð - at tað verður nógv lættari at selja ferðaseðlar, tá vit fáa eitt betri skip.

EJ vísir á tað, sum vit hava skrivað, at bíligir ferðaseðlar loftvegis til Íslands viðførdu afturgongd í rutuni tann vegin. Sum vit hava greitt frá, kostaði hetta flogfeløgun-um nógv, og vit hava frætt, at hesi bíligu tilboð tí ikki halda fram. Eisini hetta talar fyri framgongd aftur í okkara rutu. EJ nevnir, at hetta sama er við at henda í Føroyum. Hertil er at siga, at bílig tilboð verða ikki givin í hásesong. Sjálvandi kann ikki avvísast, at onkur setist aftur í hásesong, tí hann hevur verið uttanlands í lágsesong. Men havast skal í huga, at hjá honum, ið skal hava bilin við, verður lættasta loysnin at sigla.


Farmur

EJ vísir á frágreiðing, sum landsstýrið læt gera í 1996 og skrivar, at tá varð mett, at totalar inntøkur av farmi vóru 68 mió. kr. Hetta verður samanborið við, at Smyril Line budgetterar við 80 mió. kr. í 2007, og so ger hann ta niðurstøðu, at Smyril Line skal hava meira enn 100% av marknaðinum.

Her jonglerar EJ við tølunum so tað forslær. Sambært frágreiðing landsstýrisins var farmurin til og úr Føroyum ikki mettur til 68 mió., men til 100 mió. kr. í 1996. Skal ein samanbering gerast, so er tað hetta talið, ið skuldi verið samanborið við tær farmainntøkur, sum Smyril Line væntar at hava í 2007. Eitt er at brúka skeiv tøl í samanberingini, uppaftur meira ósakligur gerst EJ, tá hann samanber tøl frá 1996 við 2007. Vit vita, at bæði inn- og útflutningurin er vaksin ógvuliga nógv síðani kanning landsstýrisins varð gjørd í 1996, sum var eitt tað ringasta kreppuár í Føroyum í nýggjari tíð.

Sb. Hagstovu Føroya var útflutningur Føroya í 1995 230.386 tons og í 2000 var hann vaksin til 307.638 tons, sum svarar til ein vøkstur uppá 5% um árið í meðal. Vit hava eisini víst á, at útlit eru fyri stórum vøkstri í útflutninginum av alifiski. Í 2000 var tøkan av alifiski 32.000 tons, og metingarnar fyri tey fýra komandi árini eru hesar:

2001: 55.000 tons, 2002: 70.000 tons, 2003: 92.000 og í 2004: 105.000.

Hetta svarar til ein vøkstur uppá 57% um árið í meðal. Til hesar metingar hevur EJ longu gjørt ta viðmerking, at inntøkan av farmi kann standa í stað, hóast framleiðslan av laksi tvífaldast.

Ein slík viðmerking talar fyri seg.

Tað er rætt, sum skrivað verður, at farmainntøkurnar eftir budgettinum skulu vaksa við 70% í 2001 og so aftur tvífaldast í 2003. Men ein skal vera varin bert at tosa um prosentir uttan at hyggja at tølunum, sum prosentini verða roknað av. Sum tað týðuliga sæst í budgettinum, er ein partur av forkláringini, at tá nýggja skipið kemur, slepst undan eini stórari útreiðslu til leigu av skipi á sumri:


Sí talvu!



Føstu útreiðslurnar

EJ skrivar, at føstu útreiðslurnar vaksa ikki, hóast nýtt og størri skip verður keypt, og hann nevnir í hesum sambandi oljuna.

Viðvíkjandi oljuni er at siga, at budgetterað verður við einum oljuprísi upp á 25Z fyri tunnuna við einum dollarkursi upp á 8 DKK. Síðani verður roknað við einum árligum vøkstri upp á 3%. At oljuútreiðslurnar ikki veksa meira enn tær gera við tí nýggja skipinum kemst av, at hetta skipið brúkar bíligari olju, og at tað er meira økonomiskt.

Tá ein hyggur at útreiðslunum fyri summarsigling skal havast í huga, at siglt verður 16 vikur í 2001 í mun til 17 vikur í 2000.

Tað er annars ikki rætt, at budgettið ikki roknar við hækkandi útreiðslum við nýggjum skipi. T.d. verður budgetterað við meira enn 300% hækking av havnakostnaði og trygging frá 2002 til 2003, og í marknaðarføring verður longu frá 2001 budgetterað við munandi hækkingum.

Ein útreiðsla, sum vit harímóti ikki vænta verður størri við nýggja skipinum er viðlíkahald av skipi. Hetta hongur saman við, at Norrøna er útivið 30 ára gomul og krevur nógv viðlíkahald. Eitt nýtt skip skuldi ikki kravt líka nógv viðlíkahald sum eitt gamalt, men fyri at vera varin, er henda útreiðsla tó ikki lækkað, tá nýggja skipið kemur.


?Álítandi leysatíðindi?

EJ illteinkir Smyril Line fyri at rokna baklens og skrivar, at úrslitið í 2000 var verri enn væntað, men samstundis verður budgetterað við einum tilsvarandi betri úrsliti í 2001. Her skjýtur hann sjálvsagt eina ferð enn við síðuna av. Nakrar reguleringar eru gjørdar í budgettinum, bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni, men orsøkin til tað vaksandi avlopið eru rentuinntøkurnar av teimum 125 mió., sum ætlandi skuldu koma inn sum partapeningur í mars mánaði.

Nevnt kundi verið ymiskt annað villleiðandi, sum EJ skrivar. T.d. sigur hann, at Smyril Line hevur lán í skrivstovubygningi upp á 13,5 mió. kr. Hetta hevur kanska ikki tann stóra týdningin í hesum sambandi, men er líka langt frá veruleikanum, sum so mangt annað, tí við árslok var lánið í skrivstovubygninginum hjá Smyril Line kr. 3,8 mió. kr. Tað er heldur ikki rætt, sum hann vil vera við, at hetlendski grunnurin, ið vil seta pening í Smyril Line, bert kann seta pening í nýggjar ætlanir.

EJ sigur seg liggja inni við nógvum ?álítandi leysatíðindum?, hvat tað so er. Tað er harmuligt, at hetta álvarsmál verður viðgjørt í so lítlum álvara, og tað er at vóna, at onnur, sum hava við tað at gera, halda seg meira til tað sum er álítandi og minni til leysatíðindi.


2000 2001 2003

Frakt summar netto 9.206 +8% 9.920 +61% 15.980

Kostn. - 889 - 920 - 980

Leiga av skipi - 10.870 - 7.000

- 2.553 2.000 15.000

Frakt vetur netto 15.439 +30% 20.000 +50% 30.000

Avlop 12.886 +71% 22.000 +105% 45.000


Tað er realistiskt at budgettera við lægri leigu av skipi í 2001, tí vit hava tilboð upp á bíligari skip.