Ein av landsins størstu fyritøkum, Smyril Line, tekur nú enn eitt stig á leiðini til at fáa heilt fast undir fótum tvs. at kunna hava flaggskipið í føroyska flotanum, Norrønu, í fastari sigling millum Føroyar og umheimin alt árið.
Eftir at hava verið í fastari rutusigling á hvørjum sumri í meira enn 10 ár og hetta seinasta árið eisini í vetrarsigling, er nú gjørt av, at heilárssiglingin er komin fyri at verða. Sambært lýsing í blaðnum í dag hevur Smyril Line nú latið upp farmadeildir í Danmark við høvuðsdeild í Hanstholm. Umframt Hanstholm eru deildir í Kolding og Hedehusene við Keypmannhavn.
Óli Hammer, stjóri í Smyril Line váttar, at teir hereftir fara at flyta ferðafólk og farm alt árið. Henda fyrsta royndin við at sigla á vetri millum Føroyar og Danmark hevur givið so mikið gott úrslit, at Smyril Line nú av álvara hevur etablerað seg við farmadeildum í Danmark. Stutt frá ferjuleguni í Hanstholm hevur Smyril Line keypt eitt 600 kvm. stórt pakkhús og leigað eitt smáar 4000 kvm. grundøki á havnalagnum. Smyril Line hevur stovnað felag í Danmark við heimstaði í Hanstholm undir navninum ?Smyril Line Transport A/S?.
Farmadeildin hjá Smyril Line verður marknaðarførd undir navninum ?Smyril Line Cargo?. Orsøkin til at teir hava valt Kolding sum eitt av upp- og avskipingarplássunum er tann, at býurin liggur við tað danir nevna ?Danmarks største vejkryds?. Tað er nevniliga har, ið motorvegirnir frá Suðurjútlandi og Týskalandi, Norðurjútlandi, Esbjerg, Odense og Keypmannahavn møtast, og teinurin úr Kolding til Hanstholm tekur bert tríggir tímar at koyra.
Hedehusene er valt, tí tað liggur í Keypmannahavnar suður-vestur umráði, har so at siga allur út- og innflutningsídnaður í Keypmannahavn er fluttur til seinnu árini. Hedehusene liggur beint við motorvegakervið úr Keypmannahavn og Sælandi annars - frá komandi vári eisini motorvegnum frá Svøríki um Oyrasundsbrúnna. Frá Hedehusene eru bert fimm tímar at koyra um Stórabeltsbrúnna til Hanstholm.
Smyril Line Cargo tekur ímóti farmi til fríggjadag kl. 17 í Hedehusene og Kolding. Í Hanstholm verður tikið ímóti farmi til kl. 12 leygardag. Vøran verður so koyrd í land í Havn mánamorgun og er hjá móttakara í Suðurstreymi sama morgun og restini av Føroyum mánadag uttan Suðuroy, har vøran verður frammi mánakvøld.
Mugu velja
Smyril Line hevur longu fingið gott samband við fleiri kundar, og á farmadeildini eru tey í løtuni sjey fólk. Uppá fyrispurning um tað er pláss fyri enn einum skipafelag sum flytur farm, nú Skipafelagið og Eimship longu røkja farmaflutning sigur Óli Hammer, at farmurin verður stórt sæð tann sami, men spurningurin er so, hvør kann geva ta bestu tænastuna.
Óli Hammer ivast ikki í, at hetta er einasta rætta leið at ganga hjá Smyril Line. Higartil hevur Norrøna bert siglt um summarið og hevur so verið leigað út ella hevur ligið fyri veturin. Men tað hevur verið alt ov svikaligt við leigutúrum, og tað er heldur ikki gott at leggja virksemið niður ein part av árinum.
-Man kann so velja millum bara at sigla um summarið og so lata skipið liggja og bara sita hendur í favn restina av árinum, ella man roynir at fara víðari og hava eina heilársrutu. Nú henda fyrsta royndin at sigla um veturin er vorðin so væl móttikin av fólki er ætlanin at halda fram við tí.
-Skulu vit koma víðari og endurnýggja okkum, so hevur heilárssigling stóran týdning fyri at kunna skaffa fyritøkuni nýggjar inntøkur. Og við at sigla alt árið sleppur tú so eisini undan at skula starta uppaftur av nýggjum hvørt ár og seta fólk aftur í starv. Ætlanin við vetrarsiglingini er at hava eitt meira støðugt virksemi bæði hvat viðvíkur starvsfólki, ferðafólki og farmi sigur Óli Hammer.
Um veturin eru umleið 200 fólk í arbeiði og um summarið eini 300, harvið er Smyril Line eitt av landsins størstu arbeiðsplássum.
Virksemið hjá fyritøkuni er vaksið fyri nærum hvørt ár. Umframt Norrønu hevur Smyril Line bygt stóran kontórbygning í Havn og keypt gamla bygningin hjá Vilhelm Nielsen, sum nettup hýsir farmadeildini, ið nú skal tryggja grundarlagið hjá felagnum enn betur. Fyri nøkrum árum síðani keypti fyritøkan Hotel Føroyar, og í løtuni verður vallaraheim bygt nærhendis hotellinum. Hetta verður liðugt til páskir. Eisini hevur Smyril Line skrivstovur, sum koyra sjálvstøðugt í bæði Bergen, Keypmannahavn og Reykjavík. Síðani rekur felagið Norðlýsið, sum ger útferðir við ferðafólki á sumri.