Í januar luttók Smyril Line á sokallaðu Boot Messuni í Dússeldorf í Týsklandi. Við 270.000 vitjandi er messan ein tann størsta innan fisking og fiskiítriv Smyril Line hevði pláss á básinum hjá stóra týska blaðinum Rute & Rolle, sum er eitt kent fiskimagasin í Týsklandi.
Smyril Line luttók í hesi messuni fyri at marknaðarføra Smyril Line Fish Cup 2008 sum fer fram í døgunum 8. ? 10. september í Klaksvík. Harumframt marknaðarførdi Smyril Line føroyska havfisking generelt.
Á básinum umboðaði Preben Kessler, frá donsku ráðgevingarfyritøkuni Konceptoriet, Smyril Line. Preben er kendur innan fisking og hevur mangan fyriskipað fiskiferðir í Føroyum og hevur hann eisni góðar royndir við at marknaðarføra fisking og nógv góð og týdningarmikil sambond við miðlar og ferðafyriskiparar.
Á messuni helt Preben Kessler ikki minni enn 12 fyrilestrar um Føroyar og havfisking kring Føroyar.
Aftaná messuna segði Chefredaktørurin hjá Rute & Rolle Matthias Six m.a. at teir 12 fyrilestrarnar um Føroyar vóru sera væl móttiknir av lurtarunum, og at hann taldi upp til 120 vitjandi til onkrar av framløgunum.
Chefredaktørurin hjá Rute & rolle er vísur í, at vit saman kunnu uppbyggja Føroyar sum eitt attraktivt frítíðarfiskimál í Norðurevropa.










