Smyril Line setir Skálavík á heimskortið

- Skálavík er søgurík bygd. Her er náttúra, og her eru frálíkir møguleikar til útferðir og fiskitúrar.

Linjohn Christiansen er borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, og hann fegnast um tað lív og samanhald, sum er i bygdini.

 

- Jú, her er rættiliga nógv lív er í - ikki minst, nú Smyril Line rekur depilin og soleiðis um sína marknaðarføring hevur sett bygdina á heimskortið.

 

Borgarstjórin vísir á, at í bygdini er eisini summarhúsøkið, sum verður nógv vitjað, og hann heldur, at fólk elska at koma til friðin, náttúruna og søguna í Skálavík.

 

- Tey mongu ferðafólk, sum vitja bygdina, skapa eisini grundarlag fyri einari sekundervinnu, sum hann tekur til - í Skálavík og í Sandoynni sum heild.

 

Hann sigur, at Skálavík er søgurík bygd, og her slitu skrivandi kempur í føroyskum skaldskapi sínar barnaskógvar.

 

- Í bygdini liva søga og sagnir, her er náttúra, og her eru frálíkir møguleikar til útferðir og fiskitúrar, um tað skal verða.

 

Borgarstjórin heldur, at upplivingarvinnan hevur allan gróðrarbotn í umhvørvinum, sum ferðafólk - bæði føroyingar og útlendingar - kunnu ynskja sær.

 

- Tað er tí bara ein spurningur um tíð, nær vit hava eina munandi størri upplivingarvinnu her í økinum enn hana, vit hava í dag, sigur Linjohn Christiansen.