Á aðalfundinum hjá Smyril Line hósdagin í farnu viku kom fram, at føroyska felagið fer at royna at styrkja kapitalgrundarlagið hjá felagnum. Tá varð sagt, at nevndin í Smyril Line enn ikki hevði gjørt nakað við hetta mál, men skjótt er borið at, tí nú er komið fram, at samráðingar eru millum føroyska felagið og hetlendska menningargrunnin, ið frammanundan eigur 50 milliónir krónur í Smyril Line.
Smyril Line stórt álit millum hetlendingar
Hetlendska blaðið Shetland News skrivar, at samráðingar eru millum partarnar, og stjórin í hetlendska menningargrunninum, Neil Grant, váttar fyri blaðnum, at so er. Hann vil tó ikki gera aðrar viðmerkingar til tíðindini.
Á tíðindafundinum hjá Smyril Line beint eftir aðalfundin hósdagin segði Morgan Goodlad, ið er hetlendska umboðið í nevndini hjá Smyril Line, at hetlendingar hava sera stórt álit á Smyril Line, og hann ivaðist tí ikki í, at teir vóru sinnaðir at gera enn ein íløgu í føroyska felagið. Hann segði, at eftir at nýggja Norrøna var farin í sigling, vóru nógv fleiri ferðafólk at síggja í Hetlandi, og skipið hevur havt eina sera positiva ávirkan á hetlendska samfelagið. Tískil er Morgan Goodlad ikki í iva um, at um peningur er til tað, so vilja hetlendingar setta meiri pening í Smyril Line.