Smyril Line og stóra ætlanin

Verkætlanin at byggja nýggja Norrønu er størsta ætlan hjá nøkrum føroyskum felag nakrantíð

Smyril Line, sum hevur næstan 20 ár á baki, er komið í vandasjógv. Felagið manglar pengar til at gjalda avdrátt fyri nýggju Norrønu, og fíggjarligi tørvurin er stórur og átrokandi.

Týsdagin 27. juni var endaligi byggisáttmálin til nýggju Norrønu undirskrivaður.

Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, og Fred Garde, stjóri á Flensburger Schiffbau-Gesellshaft (FSG), settu síni nøvn á sáttmálan, og aftaná varð skálað við sjampanju.

Nýggja Norrøna er tann størsta og dýrasta verkaætlanin, sum nakað føroyskt felag nakrantíð er farið undir. Nýggja skipið kostar um 660 milliónir krónur.

Men fyri pengarnar skuldi Smyril Line eisini fáa eitt rættiligt mærglætisskip við gosbaði, svimjihyli, sauna, solarium og øllum hugsandi hentleikum. Skipið skal taka 1600 ferðafólk og einar 1000 bilar.

Tá byggisáttmálin varð undirskrivaður segði Óli Hammer, at Smyril Line mátti tryggja sær eini 30.000 ferðafólk fleiri til Norrønu, so talið kundi koma upp á 100.000 fólk um árið. Tað er tí eitt vónbrot fyri felagið, at færri fólk hava siglt við Norrøunu í ár enn í fjør.


Ymiskt virksemi

Smyril Line varð stovnað í 1982, og síðani hevur felagið havt Norrønu siglandi millum Føroyar og grannalondini.

Í fjør varð virksemið hjá Smyril Line víðkað til at umfata eina farmaleið eisini, og Smyril Line hevur lagt nógvar pengar í at fáa hesa leið at virka. Felagið hevur farmastøðir í Hanstholm, Kolding og Hedehusene, umframt at felagið hevur leigað farmaskipið Tango í summarhálvuni, tá Norrønu røkir vanligu siglingina.

Smyril Line eigur og rekur Hotel Føroyar, og felagið er høvuðspartaeigari í P/F Útferðir, ið rekur skonnartina Norðlýsið. Smyril Line lat í 1999 nýtt vallarheim byggja í grannalagnum hjá Hotel Føroyum við Oyggjarvegin.

Smyril Line er ein av stovnarunum av føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum.

Partapeningurin í Smyril Line er 15 milliónir krónur, og landið er størsti einstaki partaeigarin við 18% av partapeninginum. Nógvir føroyingar eiga smærri part í Smyril Line.