P/F Smyril Line og Fjord Line AS hava gjørt eina avtalu um at stovna eitt felags rutufelag, North Atlantic Lines AS, sum skal samskipa ferjuvirksemið hjá feløgunum
P/F Smyril Line og Fjord Line AS eru samd um at stovna eitt nýtt felag, North Atlantic Lines AS, sum skal samskipa ferjuvirksemið hjá feløgunum.
Smyril Line og Fjord Line eru í eini avtalu - Memorandum of Understanding - vorðin samd um, at North Atlantic Lines, skal hava ábyrgdina av øllum felags virksemi, sum feløgini nú í felag skulu áseta.
Partarnir eru samdir um, at Smyril Line heldur fram sum sjálvstøðugt felag, og at Smyril Line og Fjord Line halda fram sum merkjanøvn. Tað er eisini semja um, at ognarviðurskiftini kring skipini verða sum í dag, og at North Atlantic Lines leigar skipini frá ávikavist Smyril Line, Fjord Line og øðrum feløgum.
Nýggja felagið fer sambært leiguavtalum at ráða yvir skipunum og nýta tey á teimum rutum, har tað er mest gagnligt og inntøkugevandi.
North Atlantic Lines fær ein haldgóðan, bú-skaparligan pall at standa á.
Ein stýringarbólkur við fýra umboðum úr Fjord Line og fýra úr Smyril Line skal útgreina, hvussu nýggja felagið best nýtir allan flotan, og hvat virksemi skal liggja í nýggja felagnum. Stýringarbólkurin skal herundir lýsa og skjóta upp út-reiðsluminkandi, umsitingarligar bygnaðir, og bólkurin skal greiða úr hondum sína endaligu frágreiðing um hálvan desember 2004.