Smyril Line hevur fingið nýggjan partapening, og harafturat eru verandi lán hjá felagnum umløgd Framtaksgrunnurin og TF Holding hava saman við íløgufelagnum Royndin og flutningsfyritøkuni Blue Water sett nýggjan partapening í partafelagið Smyril Line.
Harafturat hava føroyskir lániveitarar við Eik og Føroya Banka á odda tryggjað, at verandi útlendsk og føroysk lán hjá felagnum eru umløgd. Tað merkir, at fyri fyrstu ferð í fleiri ár kann felagið leggja til rættis og tryggja eina burðardygga framtíðar menning av felagnum, sigur Útvarpið.
Smyril Line hevur í síðstuni arbeitt fram ímóti at styrkja tað fíggjarliga grundarlagið.