Smyril Line í løgtinginum

Lagnan hjá Smyril Line liggur nú í hondunum á løgtinginum, sum skal taka støðu til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at seta 25 milliónir krónur í felagið.

 

Tað er ein politiskt uppgáva at tryggja, at sambandið við grannarnar er í lagi. Við hesari og øðrum grundgevingum hevur Javnaðarflokkurin skotið upp, at landsstýrið fær heimild til at seta 25 milliónir krónur í Smyril Line.

Eftir at Vinnumálastýrið segði nei, roynir Javnaðarflokkurin nú at sannføra løgtingið um tað rætta í at styðja føroyska felagnum, so felagið megnar at byggja nýggju Norrønu.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at landsstýrið teknar 25 milliónir krónur í partapeningi, treytað av at onnur tekna 100 milliónir krónur í felagið. Javnaðarflokkurin vísir á, at Smyril Line ikki megnar at lyfta uppgávuna at byggja nýggju Norrønu einsamalt, og flokkurin heldur tað vera rætt, at tað almenna er við í ætlanini, nú tørvur er á hægri partapeningi.

- Vit halda, at tað er ein politiusk uppgáva at tryggja, at sambandið við grannarnar er í lagi, sigur Javnaðarflokkurin og vísir millum annað á, at tað almenna tók stig til at stovna Atlantsflog og legði lunnar undir Skipafelagið Føroyar á sinni.

- Gera vit einki, mugu vit síggja í eyguni, at okkara flutningasskipan fellur burtur, ella í besta føri fer á útlendskar hendur.

Flokkurin vísir á, at grannatjóðirnar hava sæð vandan, og hetlendingar og íslendingar eru sinnaðir at seta 60 milliónir krónur í felagið. Og harafturat gera teir íløgur á landi fyri umleið 100 milliónir.

Landsstýrið eigur sum er 20 prosent av partapeninginum uppá 14 milliónir krónur í Smyril Line, og hetta lutfallið verður varðveitt, um landsstýrið setur 25 milliónir í felagið og onnur tekna partapening fyri 100 milliónir. Framtaksgrunnurin hevur sagt seg vera sinnaðan at seta 25 milliónir í felagið, men hendan tilsøgnin er treytað av, at tveir aðrir stórir íleggjarar eru við. Javnaðarflokkurin stendur einsamallur sum uppskotsstillari av málinum. Ætlanin var upprunaliga, at Sambandsflokkurin skuldi vera við, men hetta gjørdist av ongum. Uppskotið kom til 1. viðgerð í løgtinginum í gjár, men hetta var aftaná evstamark hjá Sosialinum, so enn ber ikki til at siga, hvørja móttøku tað fær.