Fíggjarliga gongdin hjá Smyril Line er vend, so nú er javnvág í roknskapinum. Í næstum fer Smyril Line at kunngera ein roknskap, sum vísir javnvág millum inntøkur og útreiðslur.
Tað er stór broyting samanborið til gongdina tey seinastu trý árini, tá Smyril Line hevur havt tilsamans 110 milliónir krónur í halli. Bara í fjør var hallið hjá Smyril Line yvir 50 milliónir krónur.
Tummas Magnussen, stjóri, sigur við Útvarpið, at felagið hevur megnað at fáa størri inntøkur, samstundis sum útreiðslurnar hava verið á sama stigi.
Hann leggur afturat, at Smyril Line arbeiðir við eini ætlan um at endurfíggja lánini, sum hava góð 11 ár eftir. Stjórin væntar, at samráðingarnar verða lidnar í vár.