Smyril Line hevur tørv á nýggjum kapitali. Felagið hevur eitt nú spurt seg fyri hjá landsstýrinum, sum eigur 25 prosent av partapeninginum.
Tað upplýsir Kringvarp Føroya.
Smyril Line forvinnur pengar um summarið, men felagið hevur hall um veturin. Smyril Line noyðist tískil at dúva upp á náði frá bankunum.
Seinast var tað BankNordik, ið gav Smyril Line ein kreditt, eitt sonevnt brúgvalán, ið var umleið 30 milliónir krónur, skrivar kringvarp.fo.
Smyril Line skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2010, at gjaldførið er størsta einstaka avbjóðingin hjá felagnum í dag.
Leiðslan og nevndin hevur seinastu seks mánaðirnar arbeitt við at fáa eina varandi loysn á gjaldføristrupulleikunum, og nú verður farið til eigararnar eftir fleiri pengum, upplýsir Kringvarpið.