Smyril LIne góðar 30 milliónir í avlopi

Ársúrslitið hjá P/F Smyril Line í fjør var 30,4 milliónir krónur. Tað er heldur lakari enn árið fyri, tá ársúrslitið var góðar 46 milliónir krónur.

Nettosølan hjá Smyril Line í fjør var slakar 652 milliónir krónur, og framleiðslukostnaður 500 milliónir. Tað gevur ein bruttuvinning upp á góðar 141 milliónir krónur. Í mun til árið fyri er tað nakað minni, tí tá var nettosølan 546 milliónir krónur og framleiðslukostnaðurin 491 milliónir krónur. Tí var bruttovinningurin í 2017 góðar 144 milliónir krónur.

Starvsfólkakostnaðurin var 80,8 milliónir krónur.

Partapeningurin í P/F Smyril Line er 112.012 milliónir krónur, og eginpeningurin er 272.379.000 krónur.

Langfreistaða skuldin hjá Smyril Line er 260 milliónir krónur.

Smyril Line rindaði partaeigarunum 40 milliónir krónur í vinningsbýti.

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðamanna- og farmavirksemi. Felagið eigur og rekur skip og fastogn og eigur kapitalpartar í øðrum kapitalfeløgum og ognapartar í øðurm feløgum.

Smyril Line eigur og rekur ferðamanna- og farmaskipið Norrønu. Norrøna hevur pláss fyri 1.482 ferðafólkum og 800 bilum ella 130 trailarum. Felagið eigur og rekureisini farmaskipini Eystnes og Hvítanes, sum eru 102 metrar til gongdar, 4.600 brt og 3.900 hp og lasta 23 trailara hvør, 900 plattar og 30 bingjur.

Nýggjasta skipið í flotanum hjá Smyril Line er Mykines, sum er eitt RoRo skip, ið er 139 metrar til longdar, 18.979 brt og 19.500 hp og lastar 90 trailarar og 550 bilar

Felagið skrivar í ársfrásøgnini, at árið 2018 gjørdist enn eitt ár við øktum virksemi fyri Smyril Line, tó at nettoúrslitið var nakað lakari enn árið frammanundan.

– Úrslitð fyri 2018 vísti eitt yvirskot á 30 milliónir krónur, sum var nakað verri , enn mett varð frammanundan. Nevnd og stjórn er tó nøgdar við úrslitið. Høvuðsorsøkirnar til lakari úrslit eru hægri oljuprísir, lægri mongdir á útflutninginum úr Føroyum, og byrjunaríløgur í sambandi við víðkan av vikseminum í Danmark og Íslandi, skrivar felagið í leiðslufrágreiðingini.

– Vit hava sum aðalmál av víðka um okkara virðisketu, sum er týdningarmikið fyri okkum og kundar okkara, og hava í heyst latið upp egið pakkhús og farmaskristovu í Hirtshals. Somuleiðis hava vit økt munandi um farmavirksemið í Íslandi og í Danmark umframt at vit hava innveitt tænastur, sum vit áður hava keypt uttanífrá. Í hesum sambandi hava vit m. a. keypt eitt pakkhús í Thorleikshøfn í Íslandi, sum skal tryggja, at kundar okkara altíð fáa fyrstafloks tænastu, skrivar Smyril Line og heldur fram:

– Í Føroyum hava vit økt um virðisketuna, har flutningsfelagið OCD er vorðið partur av Smyril Line samtakinum. Útflutningurin úr Føroyum hevur verið nakað lakari enn undanfarna ár, m. a. orsakað av lægri mongdum á marknaðinum, og hevur hetta ávirkað úrslitið.

– Vit staðfesta eisini, at miðalprísurin á brennievni í 2018 var 16% hægri enn í fjør og 61% hægri enn fyrraárið. Hetta hevur sjálvsagt lagt trýst á raksturin fyri 2018.

– Tal av ferðandi umboorð á Norrønu er eitt vet lægri enn undanfarna ár. Prísvøksturin í Íslandi hevur verið hækkandi seinstu árini, og hetta er m. a. orsøkin til, at stígur er komin í ferðafólkavøksturin, sum vit hava sæð seinastu árini. Harumframt er kappingin til Føroyar, Íslandi og Danmark harðnað seinasta árið, skrivar felagið.

Hotel Hafnia er í ár vorðið partur av Smyril Line samtakinum. Hetta er liður í menningarætlan fyri felagið, har hotelvirksemið gerst nátúrligur partur av yvirskipaða virkseminum.