Smyril Line flytast til Suðuroyar

Nú landskassin skal bjarga Smyril Line, er tað eitt gylt høvi hjá politikarum at vísa í verki, at teir meina tað í álvara, tá ið teir tosa um at flyta fleiri størv út um Havnina, sigur borgarstjórin á Tvøroyri



- Tað einasta rætta, er at flyta alla umsitingina hjá Smyril Line til Suðuroyar.

Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

Hann sigur, at nú landsstýrið arbeiðir við eini bjargingarætlan fyri Smyril Line, er tað ein partur av tiltakinum, at landsstýrið skal fáa meirilutan í nevndini.

- Samstundis hoyra vit fleiri og fleiri røddir, sum mæla frá at einsklja fleiri almennar ognir, tí royndirnar av tí eru ikki nakað serligar og serfrøðingur hevur enntá staðiliga mælt frá at einskilja Atlantsflog.


Stórt bakkast

Kristin Michelsen sigur, at Suðuroyggin hevur verið fyri nógvum bakkøstum.

- Fleiri fiskiskip eru løgd, flakavinnan gongur strilti og tað seinasta er, at Føroya Banki hevur sagt fleiri starvsfólkum í Suðuroy upp í sambandi við umskipingar á stovninum.

Samstundis hoyra vit ferð eftir ferð politikarar tosa um økismenning og um at flyta førleikakrevjandi størv út um landið.

Kristin Michelsen heldur, at nú hava politikarar ein gyltan møguleika at vísa hetta í verki.

- Nú ætlanin er at bjarga Smyril Line, hevur landskassin tryggja sær meirilutan í nevndini, men tað er ein spurningur um ikki landið skuldi ogna sær meirilutan í Smyril Line. Men undir øllum umstøðum fær landið meirilutan í nevndini.


Samstarv við Strandferðsluna

Kristin Michelsen heldur, at ein partur av hesi almenni bjargingarætlanini, eigur at vera, at øll umsitingin hjá Smyril Line verður flutt suður til Suðuroyar.

- Í Suðuroy kann umsitingin hjá Smyril Line verða tengd tætt saman við umsitingini hjá Strandferðsluni, so at báðir stovnarnir kunnu samstarva, um teir ikki vera lagdur beinleiðis saman.

Borgarstjórin á Tvøroyri heldur, at hetta hevði gjørt, at vit fingu eina endaliga loysn á trupulleikanum við at finna avloysaraskipi til Smyril, tá ið hann er í dokk.

- Men samstundis kunnu Norrøna og Smyril samstarva, so at vit ikki missa siglingina til okkara næsta granna, Skotland burtur, tí tað haldi eg er spell.

- Hetta er ein funnin frensur at taka eitt stórt tak fyri at menna eitt niðurpínt øki í landinum og at skapa fleiri nýggj arbeiðspláss í Suðuroy.

Kristin Michelsen sigur, at er sambandið út í heim av so avgerandi týdningi, er tað ein spurningur um ikki landið átti at havt ræðið á tí.

-Landið hevur frammanundan ræðið á Atlantsflogi og nú fær landið eisini ræðið á Smyril Line og sostatt stýrir landið bæði sjóvegis og loftvegis flutninginum. Tað er tí laga manni at samskipa allan flutning, so at hann er okkum til best gagns.

Kristin Michelsen leggur afturat, at við teirri tøkni, sum er í dag, er ongin trupulleiki at hava ein stovn, sum hendan, uttanfyri Havnina, tí nógv tað mesta samskifti er kortini umvegis telefon og teldu.



MYND AV KRISTIN MICHELSEN


Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sigur, at einasta rætta er at flyta alla umsitingina hjá Smyril Line til Suðuroyar, so at Smyril Line og Strandferðslan kunnu samstarva um sigling innanlands og uttanlands