Um ikki so langa tíð fer nýggja Norröna at leggja at við keiina í Havn. Nýggja og stásiliga skipið hevur nógvar broytingar við sær. Millum annað hevur verið arbeitt uppá havnarøkið nú í langa tíð, og økt virksemi og nýggja skipið ger, at Smyril Line hevur havt tørv á egnum pakkhúsi.
Smyril Line hevur annars tikið sær av hesum virkseminum í samstarvi við Strandferðsluna, men í farnu viku fekk felagið egið pakkhús, sum er tað gamla hjá Eimskip. Hetta hevur við sær, at nú verða allar vørur útflýggjaðar av Smyril Line.
Samstundis sum Smyril Line hevur fingið egið pakkhús, fara nakrar umbyggingar fram, og samstarvið við Smyril Line er hildið uppat.
Felagið metir, at við tað, at tað hevur fingið egið pakkhús, verður tænastan hjá kundunum betri tænastu.