Smyril Line droppar Hanstholm

Norrøna fer framyvir at sigla til Hirtsals alt árið. Hanstholm, sum seinastu 30 árini hevur verið portrið hjá fyrst Smyrli og síðani Norrønu til Danmarkar, verður nú slept. Hesum boðar Smyril Line frá í morgun. Felagið sigur, at hetta er liður í menningini av felagnum og tillaging av rakstrarútreiðslum, at Smyril Line hevur gjørt av, at Hirtshals framyvir verður havnin hjá Norrönu í Danmark, alt árið.

Fyrsti túrurin hjá Norrönu til Hirtshals verður tann 2. oktober 2010.

- Fyrimunirnir við Hirtshals Havn eru, at havnin er verðurgóð og ferðafólkavinalig, at fleiri stórir og miðalstórir býir liggja nærhendis, t.d. Hjørring, Frederikshavn og Aalborg, og at tað er lætt at ferðast til og úr Hirtshals, tí vega- og toksambandið er avbera gott, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri.

Broytingin merkir, at túrurin til Danmarkar á vári, heysti og vetri gerst umleið tríggjar tímar styttri. Av tí at bæði Color Line og Fjord Line sigla millum Hirtshals og Noreg, verður ferðasambandið millum Føroyar og Noreg eisini betri.

- Samstarvið við Hanstholm Havn hevur verið gott og tætt í meir enn 20 ár, og leiðslan í Smyril Line vil hervið nýta høvið at takka Hanstholm Havn fyri gott samstarv, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.