Smyril Line Cargo steðgar laksarutu til Rotterdam

Eftir eina krevjandi royndartíð, steðgar Smyril Line Cargo nú fyribils sjóvegis rutuni við laksi millum Miðnoreg og Rotterdam.

 

 

Tað gevur helvtina minni Co2-útlát at flyta fisk og aðrar vørur sjóvegis enn eftir landi úr Noreg til Rotterdam.

 

 

Stjórin í Smyril Line Cargo, Halgir Dahl Olesen, harmast sambært iLaks um avgerðina - ikki minst, tí manningin á farmaskipinum Akranesi síðan august mánaða í fjør hevur prógvað, at sjóvegis flutningur kann kappast við flutning eftir landi, bæði í tíð, fleksibiliteti og í leveringartíð.

 

- Við góðum skipi, góðari manning, lokalum samstarvsfeløgum og góðum samstarvi við havnirnar fram við strondini er tað møguligt at skipa henda flutning sum eitt gott alternativ til lastbilaflutningin eftir vegunum, heldur Halgir Dahl Olesen.

 

Hann vísir á, at tað eru fleiri viðurskifti tilsamans sum gera, at avgerðin nú er tikin um fyribils at gevast við hesi rutu við laksi úr Miðnoregi til Rotterdam.

 

Stjórin sigur seg fegnast um, at Kystverket í Noregi hevur játtað stuðul í royndartíðini.

 

- Men, tá vit ikki kunnu fáa henda stuðul, tí vit ikki hava EBS-flagg á skipinum, eru vit komin til ta niðurstøðu, at vit mugu meta, hvørt tað framhaldandi er ráðiligt at gera fleiri íløgur í eina rutu, sum enn ikki hevur borið frukt, sigur stjórin í tíðindaskrivi, sum eitt nú iLaks endurgevur. 

 

Hjá Smyril Line Cargo vísa tey á, at tey hava havt eitt ógvuliga gott samstarv við fleiri stórar veitarar, sum hava ynskir um at flyta sínar fiskavørur við farmaskipi heldur enn at taka pláss á norsku vegunum við lastbilum.

 

Smyril Line Cargo hevði eina bjarta vón um, at felagið fór at megna at tryggja fleksibilitet og tryggan og álítandi flutning millum Miðnoreg og Rotterdam, og tískil vónaði felagið eisini, at enn fleiri seljarar og keyparar - eisini av øðrum vørum enn laksi - fóru at brúka rutuna.

 

Men, felagið ásannar, at árstíðarsveiggini í vinnuni hava verið ein avbjóðing, nú farleiðin hevur verið royndarkoyrd í eitt ár.

 

- Saman við, at stuðulin, sum Kystverket vildi veita, ikki kann gjaldast, tí skipið ikki hevur EBS-flagg og tað, at tað tekur tíð at byggja upp eina nýggja sjóvegis farleið, er avgerðin tikin um at gevast við rutuni fyribils.

 

Halgir Dahl Olesen ásannar, at tað eisini hevur tikið longri tíð enn væntað at fáa veitarar at brúka sjóvegis farleiðina í nóg stóran mun, soleiðis at rutan kann geva eitt nøktandi fíggjarligt úrslit. 

 

- Tískil hava vit tikið eitt time-out, sigur stjórin í Smyril Line Cargo.

 

 

 

Tað gevur helvtina minni Co2-útlát at flyta fisk og aðrar vørur sjóvegis enn eftir landi úr Noreg til Rotterdam.