Smyril-Line bjargað frá húsagangi

Framtaksgrunnurin og landsstýrið hava veitt Smyril Line 65 milliónir krónur í nýggjum kapitali, og soleiðis er felagið og flaggskip føroyinga bjargað frá húsagangi

Portalurin skilir, at støðan hjá Smyril Line var so hættislig, at um felagið ikki fekk tilførdan pening, fór tað á húsagang. Samráðingar hava verið í nátt, og sum skilst er avgerð tikin um, at landsstýrið og Framtaksgrunnurin bjarga felagnum við at veita tí 65 milliónir krónur lutvíst sum partapening og lán.

Stjórin á Smyril Line, Petur S. Holm, hevur seinnapartin kunnað starvsfólkini um bjargingina.

Enn hava vit ongar almennar viðmerkingar fingið, men vit skilja, at formenninir í samgonguflokkunum eru kunnaðir, og at vinnunevnd løgtingsins hevur fund um málið í løtuni.