Smyril Line 36 milliónir í avlopi

2014 gjørdist eitt stak gott ár hjá Smyril Line, sum hevði eitt yvirskot uppá 36 milliónir krónur


Úrslitið hjá Smyril Line fyri 2014 var eitt yvirskot á 36,1 mió. kr. Hetta eru bæði nevnd og stjórn væl nøgd við.


Høvuðsorsøkin til betraða úrslitið er ein støðugur vøkstur í søluni, og effektivur rakstur. Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at staðfestast kann, at flest allir pílar hjá Smyril Line venda rætta vegin. Sølan er hækkað, fleiri ferðafólkafólk ferðast við Norrønu, sum eisini flytir meiri farm.

 

Um hugt verður eftir sølutølunum hjá Smyril Line, so sæst ein framgongd á um fimm prosent í 2014, og samstundis er sølan umborð vaksin við trimum prosentum.