Men á Smyril Line hava tey góðar vónir um, at árið í ár fer at hilnast væl. Hetta var jaligi boðskapurin á ársaðalfundinum hjá fyritøkuni. Peter Holm, stjóri, væntar, at úrslitið fyri árið verður ein vinningur á í minsta lagi kr. 13 milliónir.
Ársúrslitið fyri 2008 gjørdist eitt hall á kr. 207 milliónir. Sambært stjóranum er hetta fyrst og fremst úrslit av eini munandi niðurskriving av Norrønu á góðar kr. 121 milliónir. Men hann vísti somuleiðis á, at rakstarúrslitið fyri árið var vánaligt, við einum halli á kr. 58 milliónir. Stóra rakstrarhallið gav felagnum gjaldføristrupulleikar, og tað gjørdist tí neyðugt móti ársloki at endurreisa kapitalgrundarlagið. Leiðsla og nevnd arbeiða við at skipa virksemið hjá Smyril Line, soleiðis at raksturin av felagnum verður munandi meira fokuseraður í framtíðini.
Hóast úrslitið hjá Smyril Line var vánaligt í 2008, eru nevnd og leiðsla bjartskygd um framtíðar gongdina. Peter Holm sigur, at sølan higartil í ár gongur eftir ætlan. Harumframt er raksturin betraður munandi við stórum sparingum og við inntøkuøkingum á farmaøkinum. Hetta fegnaðist nevndarformaðurin og fyrrverandi skipsreiðarin, Klaus Kjærulff, um. Umskipanin av rakstrinum bleiv framd um árskiftið og betrar raksturin við samanlagt kr. 70 milliónum. Mett verður tí, at úrslitið hjá Smyril Line 2009 verður í minsta lagi kr. 13 milliónir.
Eftir umskipanina er ferðaætlanin hjá Norrønu tillagað til einans at fevna um tær leiðir, sum hava verið mest eftirspurdar, og sum áður hava verið útseldar í háárstíðini. Við hesari tillaging er kapasiteturin vaksin munandi á hesum leiðum um summarið, tá trýstið er størst. Umskipanin hevur somuleiðis við sær, at stóran part av árinum verður gjørligt at sigla við einum munandi lægri manningartali.
Í januar 2009 vórðu nýggir stabilisatorar av slagnum Sperry settir í Norrønu, og harvið skuldu afturvendandi trupulleikarnir við stabilisatorunum endaliga verið loyst ir. Hetta ger umstøðurnar hjá ferðafólkunum munandi betri, umframt at hetta minkar nógv um talið av seinkingum.
Stjórin, Peter Holm, vísti á, at ein strategisk ætlan er gjørd fyri Smyril Line, soleiðis at søluinnsatsurin hjá felagnum í framtíðini verður munandi meira fokuseraður uppá høvuðsmarknaðirnar: Føroyar, Danmark og Týskland. Ein partur av ætlanini er at arbeiða móti eini munandi øking av søluni á høvuðsmarknaðunum.