Smyril Line 15,7 milliónir í halli

Úrslitið hjá Smyril Line fyri 2010 gjørdist eitt hall upp á 15,7 milliónir krónur. ? Tað er serliga oljan, sum hevur verið høvuðsavbjóðingin, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri. Nýggjur nevndarformaður er Jens Meinhard Rasmussen.

Í morgun hevur Smyril Line havt aðalfund, har roknskapurin fyri 2010 varð lagdur fram og góðkendur. Roknskapurin vísir eitt hall upp á 15,7 milliónir krónur, sum nevnd og stjórin ikki eru nøgd við.

? Stóra avbjóðingin í fjør var tann sera dýra oljan, sum er farin við stórum parti av inntøkunum. Í fjør kostaði oljan felagnum 24 milliónir krónur meira enn í 2009, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri. Hann vísir á, at vanliga rakstrarúrslitið í 2010 ikki livir upp til krøvini, ið felagið setir sær sjálvum.

Tað er orsøkin til, at reiðaríið hevur sett í verk víðfevndar tillagingar í virkseminum, sum skulu venda gongdini.

Í stuttum bera tillagingarnar í sær, at stýringin av sølu- og marknaðarførslu er skipað av nyggjum. Broytingar umborð á Norrønu skulu hartil skapa betri kundanøgdsemi og økta sølu umborð. Økt søla, munandi rakstrarsparingar, betri tænasta, sterkari kapitalgrundarlag og gjaldføri skulu venda gongdini.

- Tillagingarnar geva longu nú útslag í tølum okkara higartil í ár. Oljuútreiðslurnar eru ein ókendur faktorur, men málið hjá okkum er at hava yvirskot í roknskapinum fyri 2011, sigur Rúni V. Poulsen.

Broytingar fóru eisini fram í nevndini í Smyril Line á aðalfundinum. Nýggj í nevndini eru Teitur Poulsen og Kristina Háfoss. Tey eru vald í nevndina í staðini fyri Klaus Kjærullf og Súsan Klein Gregoriussen.

Nevndin hevur skipað seg við Jens Meinhard Rasmussen sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Kristina Háfoss, Teitur Poulsen, Linda Björk Gunnlagusdóttir og Hendrik Egholm.