Smyril Line 12 milliónir krónur í yvirskoti

VINNA Hóast eitt nøktandi úrslitið hevði verið millum 15 og 20 milliónir krónur, so fegnast leiðslan í Smyril Line um úrslitið í fjør. Felagið hevur serligan fokus á at orkusparing, tí oljuprísurin er størsta avbjóðingin

Tað gongur væl hjá Smyril Line. Í øllum førum, um hugt verð­ur eftir tveimum teimum sein­astu roknskapum fel­ag­s­ins. Ársúrslitið fyri 2012 er upp á 11,8 milliónir krónur, með­an úrslitið fyri 2011 var upp á 9,3 milliónir krónur. Hyggja vit longur aftur, so síggja vit eitt hall upp á slak­ar 16 milliónir krónur í 2010, eitt tilsvarandi yvirskot í 2009 og eitt risa hall upp á 208 mil­l­i­ónir krónur í 2008, tá fel­ag­ið varð umskipað á nýggj­um fíggjarligum grund­ar­lag.
– Vit gjørdu eina um­legg­ing í 2010 og løgdu tá ta ætlan, sum í dag er grundarlagið und­ir rakstrinum, sigur stjór­in á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, tá vit hitta hann á skrivstovu felagsins í Jón­as Broncksgøtu í Havn – á økinum hjá Vilhelm Niel­sen gamla, sum fyrr hýsti nógv­um smiðjuvirksemi – sum fyrstu árini hevði nógv við báta- og skipaumvælingar at gera, men seinnu árinin sum bil­søla og bilsmiðja.

Prísbroyting gevur ávøkst
– Tað eru nøkur viðurskifti, sum vit kunnu gera nakað við, og tey fokusera vit uppá og hava stýr á. Framgongdin frá 2011 til 2012 heldur fram í 2013. Og tað merkir eina mun­andi framgond í ferða­fólk­a­tal­i­num, sigur stjórin, sum vís­ir á, at broytingin í prís­um í 2011 hevur víst seg at hava givið ávøkst.
- Eitt nú hava vit valt at koyra við bíligum ferða­seðl­um á flest øllum fráferðum, tá ið bílagt verður í góðari tíð. Uttanlands hava vit gjørt sam­starv við ymiskar op­e­ra­tør­ar um at selja eitt nú apríl og oktober sum eitt »all in­clu­s­ive Viking Cruise«, har vit halda ein rími­ligan kostað til tess at fáa fleiri um­borð hesa ársins tíð, og vit hava gjørt nógv burturúr at gera góðar pakk­ar til bæði Dan­mark, Ísland og Føroyar, har vit leggja okkum eftir at hava kappingarførar prísir.
Rúni Vang Poulsen sig­ur, at Smyril Line lækkar prís­ir­nar fyri at fáa fleiri fólk um­borð sam­stund­is sum tey alla tíð­ina arbeiða við at betra um tilboðini og tænastuna til ferðafólkið, soleiðis at tæn­asta, útboð og prísstøðið ganga hond í hond.
– Tað er um­ráðandi, at vit hava ein kvalitet á int­er­nat­i­on­al­um støðið, sum vit før­oy­ing­ar kunnu verða stoltir av.

Vaska botnin tríggjar ferðir um árið
Oljuprísurin er tó nógv tann størsta avbjóðingin.
– Vit hava sæð eina mun­andi hækking í oljuprísunum seina­stu 2-3 árini, og tað er størsta av bjóðingin hjá okk­um, sigur Rúni V. Poulsen. Hann vísir á, at Norrøna brúk­ar um hálvaaðru millión krón­ur um vikuna bara í olju. Tí eru nógv at spara við at fokusera nógv upp á ork­u­spar­ing.
– Vit gera alt vit kunnu til tess at optimera sigling og drift. Tí hóast vit einki kunnu gera við oljuprín, so kunnu vit gera nakað við olju­­spar­ing. Í 2012 settu vit okk­um fyri at spara fimm pro­sent í oljunýtsluni, sigur hann.
Sum dømi nevnir Rúni Vang Poulsen, at tey hugsa nógv um at minka ferðina, tí tað sparir nógva orku. Skip­ið skal liggja sum minst í havn og sum mest verða í sigl­ing – tí skal ferðin økj­ast, so veksur oljunýtslan mun­andi, tí er stórt fokus á at be­lasta motorarnar sum minst. Hann nevnir eisini, at tey ein­ar tvær til tríggjar ferð­ir um árið senda kavarar nið­ur at vaska gróður und­an botn­inum. Tað sparir mun­andi í olju­nýtsl­uni, at gjar og tari ikki hongur und­ir botn­i­num, með­an skip­ið siglur, heldur enn at botn­urin er reinur og slættur. Ei­s­ini hava tey installerað olju­spar­ing­ar­skip­anina hjá føroyska fel­ag­num Greensteam.

Ikki upp á tal at sigla til Noregs og Bretland
– Og vit náddu væl yvir mál­ið upp á fimm prosent, sig­ur Rúni Poulsen – tí úrsl­it­ið var átta prosent minni olju­nýtsla.
– Hetta vilja vit gera enn bet­ur í ár, tí vit ætla okkum at spara trý prosent afturat í ár, sigur hann.
At siglingin til Scrabster og Berg­en er slept sæst eis­ini aft­ur í oljunýtsluni. Tann sigl­ing­in verður ikki tikin upp­aft­ur, tí hon bar seg snøgt sagt ikki, sigur Rúni V. Poul­sen.
– Tað kemur so ikki upp á tal – enn í hvussu so er. Men um ein føroysk oljuvinna fer at taka seg upp, so broyt­ist støðan, og tá kann hugs­ast, at vit broyta støðu – eis­ini viðvíkjandi sigling til Bret­lands. Men tað verður so ikki við Norrønu, tí hon er altso ikki ov stór til ta sigling, hon røkir í dag, sigur Rúni V. Poul­sen.
Tað hevði tí verið trupult hjá Norrønu at røkt nakra aðra rutu í dag.

70 prosent uttan fyri Føroyar
Sambært stjóranum, so hev­ur tað hepnast væl, síðani prís­ir­nir vórðu lækkaðir og ábøtur vórðu gjørdar um­borð.
– Vit hava fingið nýggja mat­stovu The Diner, heit­ar pott­ar, fótbóltsvøll, »spæl­i­­rúm« við spøl­um og play stat­i­on og ann­að. Vit gera javnan mát­ing­ar um nøgdsemi hjá ferð­a­fólk­um fyri at bøta um tæn­astuna – og kanningarnar vísa, at ferðafólkini eru nøgd­ari. Vit fáa fantastiskar aft­ur­meld­ing­ar frá ferðafólkum, sum siga, at starvsfólkini eru frynt­lig og fyrikomandi, at tæn­asta er munandi hækk­að og at tey bæði vilja við­mæla okkum til onnur og koma sjálvi aftur at ferðast við okk­um – alt hettar gevur okkum á Smyril Line orku og árrræði at halda áfram við hækkað okk­ara góðsku og tænastu á øll­um økjum sigur hann.
– Vit eru tó ikki komin á mál – men vit eru á veg. Tað er sera umráðandi at vit alla tíð­ina fylgja rákinum og at vit syrgja fyri at allir okkara kund­ar, ung sum gomul, út­lend­ing­ar sum føroyingar, merkja at vit eru glað fyri at hava tey umborð.
At nógv ferðast við Norr­ønu er sjón fyri søgn, tí at kalla útselt er til oktober, hó­ast at tað enn sjálvsagt eru frá­ferðir millum Føroyar og Dan­mark har tøk pláss eru.
– Higartil eru vit eini 12-13 prosent framman fyri í sølu í mun til somu tíð í fjør, og eg rokni alt annað líka við ein­um betri úrslitið í ár, enn vit fingu í fjør, sigur Rúni Vang Poul­sen.
Hóast ferðafólkini eru mong, so fyllir farmurin eis­ini nógv hjá Smyril Line.
– Virksemið í Føroyum er vaks­andi og tað er farmurin sum kem­ur til og frá Før­oy­um við Norrønu eisini. Som­u­leið­­is er frakt til og frá Íslandi eisisini er støðugt vaks­andi, sigur stórin á Smyr­il Line, sum eisini vísir á, at gott og væl 70 prosent av ferð­a­fólk­u­num hjá Smyril Line búgva aðrastaðni enn í Før­oy­um., eitt nú úr Týsk­landi, Danmark, Hollandi, Fran­k­a­ríki, Íslandi og aðrastaðni í ev­ropa og skandinavia.

Tørvur á royndari manning
Manningin umborð á Norr­ønu er í nógv størri mun føroysk, enn hon var fyrr. Hetta skyldast fyrst og fremst samstarvi millum Smyr­il Line og ALS, sum rekrutt­erar ­fólk til Norrønu.
Fólkini fáa tó løn frá Smyr­il Line og ikki gjøgnum starvs­v­enj­ingarskipanina hjá ALS. Men nøkur av fólk­u­num fáa tó neyðugu skeiðini gjøgn­um skipaninia hjá ALS.
At fáa føroyska manning er ikki lætt.
– Vit hava serliga trup­ul­leik­ar við at fáa føroyskar út­lærdar hotellkokkar og tæn­ara­r. Eisini hava vit trup­ul­leikar við at fáa í tæn­astu­part­in við málsligum førleika, serliga í týskum, sig­ur Rúni Poulsen, sum held­ur, at týskarar eru meira máls­liga kenslubornir: Teir ikki so stinnir í enskum, og donsk starvsfólk eru stinnari í týskum enn føroysk starvs­fólk.

Um fíggjarliga úrslitið upp á 12 millónir krónur sig­ur Rúni Vang Poulsen, at tað er ókey.
– Men eitt nøktandi úrslit átti at ligið eitt stað millum 15 og 20 milliónir krónur. Men vit hava fingið stýr upp á raksturin, sigur Rúni Vang Poulsen, sum tí sær ljóst upp á tað við vaksandi søl­uni og eft­ir­spurn­ing­i­num fyri framm­an – og vísir á, at vøkst­urin hjá Smyril Line gevur felagnum fíggjarliga styrki at hyggja frameftir.