Smyril liggur við maskinbreki

Í gjár lýsti Strandferðslan, at orsakað av veðri kundi roknast við broytingum á farleiðini um Suðuroyarfjørð í dag.

 

Smyril sigldi av Tvøroyri til Havnar í morgun, men liggur framvegis í Havn.

 

Orsøkin er brek á einum motori, og enn er óvist hvussu er við sigling restina av degnum.

 

SSL sigur soleiðis á heimasíðuni ssl.fo:

 

Vegna íkomið brek á einum motori á Smyrli er fyribils ongin sigling á leið 7, hósdag 21. mars. Lýst verður á ssl.fo og umvegis okkara sms-skipan um og ella nær siglt verður aftur.