Smyril liggur vegna tekniskt brek

Smyril siglir ikki aftur fyrr enn í kvøld. Orsøkin er tekniskt brek.

Strandfarðarskip Landsins boða í morgun frá, at Smyril avlýsir tveir túrar í dag.

- Vegna tekniskt brek siglir Smyril ikki túrarnar av Havnini kl. 13:00 og av Krambatanga kl. 15:30 í dag. Siglt verður av Havnini kl. 18:30 í kvøld, skrivar Strandferðslan.

 

Fyrr í vikuni varð ljós varpað á, at játtanin til Suðuroyarsiglingina varð so niðurpínd, at pengar hava ikki verið til viðlíkahald av Smyrli.

 

Smyril einsamallur eru so illa røktur, at av røttum skuldi átta milliónir verðið brúktar til ymsar ábøtur, so langt efturút er Strandferðslan at røkja hann, skrivaði in.fo mánadagin.

 

Les eisini Smyril fellur í órøkt

 

Óvist er tó, um brekið í dag hevur nakað beinleiðis samband við manglandi viðlíkahaldi.