Smyril legði upp til spennandi jóansøku

Men munurin aftur til teir báðar næstu bátarnar var ikki størri enn so, at tað framvegis er møguleiki fyri stórari kapping í Vági

6?MANNAFØR MENN

Smyril endurtók í Hósvík bragdið, sum hann framdi á Skálafjørðinum. Harvið er lagt upp til ein sera spennandi róður, tá 6?mannaførini við monnum komandi leygardag fara at kappast á Vágsfirði. Tað hevði verið ein fín reklama fyri kappróðurin í Suðuroy, um tað hevði eydnast Smyrli at vunnið í heimasjógvi, og møguleikarnir tykjast vera góðir.
Smyril fekk ikki besta startin í Hósvík. Hann átti Páll Fangi, sum vann í Klaksvík. Páll Fangi hevði hug at draga frá hinum bátunum, og tá startspurturin var gott og væl av, var munurin aftur til Hvessing, Smyril og Stráluna ein hálv bátslongd.
Men á 1000 metra málinum var púra javnt millum Páll Fanga og Smyril, og á næstu meiri enn fimm hundrað metrunum vóru bátarnir meiri ella minni stavn um stavn. Onkra ferðina var Páll Fangi ein hálvan skut frammanfyri Smyril, og onkra ferðina hevði Smyril hug at stinga stavnin framum bátin úr Klaksvík.
Í sjálvum endaspurtinum var Smyril drúgvastur, og so var tað merkisvert, at Gongurólvur í endaspurtinum hevði hug at bjóða Páll Fanga av í kappingini um annað plássið. Á málinum var Smyril eina hálva bátslongd frammanfyri Páll Fanga, og Páll Fangi var eitt sindur styttri enn tað frammanfyri Gongurólv.
Tað hevur verið roknað við, at nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag skuldi gera um seg í ár, men í tveimum teimum fyrstu kappingunum gørdi Gongurólvur einki við Páll Fanga og Smyril. Hesa ferð megnaði Gongurólvur heldur ikki at vinna seg longri fram enn á triðja plássið, men teir vóru tættari við, enn teir hava verið hinar ferðirnar.
FM vinnarin frá í fjør og í fyrraárið, Strálan, tykist ikki hava nakran møguleika í ár. Hvessingur, sum vann FM í 1999, hevði onkra løtuna hug til at vera framvið, men í síðstu kappingini var hann ikki nóg drúgvur. Kappingin hjá Hvessingi í FM tykist skula vera við Gongurólv um bronsukrónurnar ? um Gongurólvur ikki fer at gera okkurt heilt álvarsamt við Smyril og Páll Fanga í teimum trimum kappingunum, sum framvegis eru eftir í hesum árinum.