Strandferðsla
At Smyril er gamal og illa slitin kemur oftari og oftari til sjóndar.
Oftari og oftari kemur fyri, at teknisk brek umborð á Smyrli loypa fløkju í ferðaætlanina.
Aftur í gjáramorgunin var galið.
Tá íð Smyril skuldi loysa á Drelnei klokkan sjey í gjáramorgunin ,fekst hekkuportrið ikki upp og Smyril slapp tí ongan veg.
Manningin varnaðist skjótt, at tað vórtu tey bæði stemplini, sum draga portrið upp, sum vóru boygnað.
Ófantaligt veður var í fyrrakvøldið og um náttina og nógvur suður var í sjónum. Okkurt var gingið fyri í stemplunum, so at tey sótu føst ístaðin fyri at arbeiða upp og niður við skipinum. Tí boygnaðu tey og portrið fekst ikki at ganga.
Skiparin boðaði frá, at tað fóru at ganga fleiri tímar at fáa stemplini av, so at portrið kundi hiavast upp og tí valdu tey allarflestu av ferðafólkunum at fara í land aftur.
Smiðir vórðu síðani boðsendir at taka stemplini av. Ætlanin var so at sáa hiva portrið upp, so at Smyril fekk siglt til Havnar, har brekið so skuldi kannast og umvælast.
Tað seinasta, vit vistu, áðrenn evstamark á miðdegi í gjár, var, at Smyril skuldi sigla av Tvøroyri klokkan 13.
Ætlanin var at taka farm og bilar inn ígjøgnum síðuportrið.
Men treylarar ber ikki til at fáa ígjøgmum síðuportrið og tað fer at elva til stórar trupulleikar í dag, tí hósdagur er dagurin, tá ið allur fiskurin, sum er virkaður á flakavirkjunum í Suðuroy, og sum skal av landinum, skal flytast til Havnar og umborð á Norrønu.
Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, er heilt vísur í, at tað fer ikki at eydnast at fáa portrið í lagi til í dag.
Á miðdegi í gjár var tí enn óvist, hvussu verður við fiskaflutninginum, men hann sigur, at málið verður kannað.
Lagnurnar speiðsemi var tað, at umborð á Smyrli hendan túrin, vóru bæði løgtingsmenn og onnur, sum skuldu til Havnar, á kunningarfund hjá Strandferðsluni og Vinnumálastýrinum um ætlanina at byggja nýggja Suðuroyarferju.
Tað, sum hendi í gjáramorgunin undirstrikar, at tað hevur skund at fáa skipið bygt, tí teknisk brek, sum hetta, tolir eitt framkomið samfelag ikki.










