Smyril hevur verið til eftirlit á skipasmiðju í Danmark, og hevur Herjolfur røkt siglingina millum Suðuroynna og Miðstaðarøkið.
Mong hava havt á lofti, at avloysarin hevur verið ov lítil og ótíðarhóskandi, men hjá hesum er nú ljós fyri framman.
Nú frættist nevniliga, at Smyril er komin úr dokk á Fayard á Fjóni.
Hendan myndin omanfyri er tikin av facebook-vanganum hjá Bjarna Johansen, borgarstjóra í Vági, og har sæst, at Smyril er komin á flot aftur. Myndina eigur Brian Lauritsen.
Frammi hevur verið, at ætlandi skal Smyril aftur í sigling 3. oktober 2022.