Smyril hevur verið í dokk í Danmark, men í morgun um 10 tíðina kom Smyril aftur á Krambatanga.
Heldur trupult hevur verið hjá avloysaraskipinum Galaxy síðstu dagarnar, tí skipið hevur ikki megnað at sigla ætlaðu túrarnar.
Men nú kunnu ferðandi um Suðuroyarfjørð fegnast, tí longu seinnapartin fer Smyril aftur í sigling. Siglt verður av Krambatanga í dag kl. 17.30 og av Havnini kl. 20:00.
Myndina tók Martin S. Eidesgaard.