Johan Mortensen
Og so fekk ein loksins høvi at fara suður til Tvøroyrar við nýggja SMYRLI. Sum øll onnur eri eg sera fegin um høga støðið og komfortin umborð á hesum stásiliga fari, sum er ein vinningur fyri Suðuroynna og alt Føroyar. Øll unna suðuroyingum hetta skip, og eigur umsitingingin av skipinum sjálvandi at liggja í Suðuroynni. Við teirri stóru politiski umboðanini hjá suðuroyingum bæði i Landsstýri og á Tingi skuldi hetta verið skjótt avgreitt, um viljin er til tess.
Uttan iva fer Strandferðslan sum skjótast at gera ábøtur við matarseðlinum nú umstøðurnar fyri tí gastronomiska eru optimalar. Tað eigur ikki at verða neyðugt at hava pappbikør til kaffi og sodavatn, vælsignaðir fáið tykkum postalín og gløs. Fiskivinnan er hon sum ber landinum uppi, og tað má bera til at fáa ein fiskabita umborð heldur enn bara oxakjøt og friturestoktan hønunga og so pylsur......ufff. Vit hava framúr góðar rávørur í okkara fiskatilfeingi nýtið tær saman við einari salatbarr og latið eisini skipið gera pr fyri okkara fiskivinnu. Tað er óneyðugt at leggja afturat, at sjálvandi skal SMYRIL hava eitt skonkiloyvi. Eg vil eisini fegin rósa teimum fryntiligu og fyrikomandi kvinnunum, sum arbeiða á cafeterianum.
Tann fyrsti SMYRIL, sum Mortensensmenn keyptu, var nógv nýttur til at sigla uttanlands, og læt hann Suðuroynna og Føroyar upp fyri umheiminum, og vóru tað suðringar og SMYRIL, sum løgdu støðið til okkara vælferðarsamfelag. Suðuroyingar eiga enn einaferð at orientera seg suðureftir, har møguleikarnar eru heldur enn bara at focusera upp á Havnina. Ein stór oljuvinna fer at byrja beint sunnan fyri Suðuroynna, og nú má vinnulívið í Suðuroynni gera seg galdandi.
Stórur partur av øllum framburði í Føroyum gjøgnum tíðirnar er sprottin úr Suðuroynni, og er tað mín sannføring, at Smyril fer at gera sítt til, at Suðuroyggin aftur fer at mennast og fær sín nátúrliga stóra leiklut í føroyskum vinnu- og mentanarlívi. Suðuroyggin hevur altíð átt gott og kreativt fólk, og tað er ein sannroynd, at flestu leiðarar og vinnulívsfólk í Havn eru heilur ella hálvur suðuroyingur. Hesir áttu at umhugsa ein »think tank« og kveikt hugskot Suðuroynni at frama.
Jólabryggjdagur var fríggjadagin, og varð hann hildin á Kgl Handlinum, henda einastandandi pubbin hjá Annu Kirstin og Tummas Thomsen. Pubbin er í upprunaliga handilshølunumn hjá T F Thomsen, sum hava staðið óbroytt seinastu 100 árini ella meira. Hetta er einasta pubbin í Føroyum sum hevur »pubb stemning«, og har verkafólk koma inn aftan á loknan arbeiðsdag at hugna sær við einum nýtappaðum Restorffs øli. Fólk úr øllum landinum vitja pubbina sum er »in« staðið í Suðuroynni.
Tað er hugaligt at siggja, hvussu systkini bæði við sera stórum pieteti og við listarligum hegni hava fingið pubbina at sampakka við tí gamla interiørinum í Thomsens Handlinum. Her gongur søga, mentan og gott øl upp í eina hægri eind.
Sum hálvur suðringur er tað mín vón, at norðingar fara at nýta høvi at vitja ta vøkru Suðuroynna, og at vinnulívið norðanfyri sær møguleikar í oynni. Eg vil at enda nevna, at í pubbini hjá Thomsen hongur eitt skreytblað frá framsýning í Barcelona í 1926, har TF Thomsen fekk heiðursprógv fyri framúr góðsku á sínum saltfiski. Suðringar og handilshúsini Thomsen, Dahl og Mortensen hugsaðu og arbeiddu globalt langt áðrenn nakar annar fór at tosa um alheimsgerð. Latum okkum saman enn einaferð fáa Suðuroynna á heimskortið.