Seinastu tíðina hevur Smyril havt afturvenandi maskinbrek, men nú er ætlanin at fáa tey í rættlag. Tí hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, biðið fíggjarnevndina játta Strandferðsluni 950.000 krónur afturat í ár.
Orsøkin er, at Strandferðslan hevur verið noytt til at fáa umboð fyri MAN-verksmiðjuna at koma til Føroya at kanna tann ina motorin, sum hevur havt skiftandi trupulleikar. Tann vitjanin, og eykalutir, kosta eina hálva millión.
Samstundis hava trupulleikar brádliga stungið seg upp við turboløðarunum á tveimum hjálpimotorum á Smyrli. Løðararnir mugu skiftast út og hóast motorarnir ikki verða gjørdir longur, hevur tað eydnast at fáa fatur á tveimum og teir kosta 450.000 krónur at skift. Johan Dahl sigur, at tað er ikki heilt til at siga, hvussu tað fer at ganga fíggjarliga hjá Strandferðsluni tað, ið eftir er av árinum, men sum støðan er beint nú, fara 950.000 krónur at mangla í. Og Johan Dahl sigur, at tað er neyðugt at játta pengarnar til hesar báðar umvælingarnar fyri at tryggja, at Smyril fær siglt.
|