Smyril halda uppat at sigla til Havnar

Verður ferðasamband ímillum Suðuroy og Sandoy, og síðani til Havnar, fáa suðuroyingar nógv fleiri túrar hvønn dag

 

Vit eiga at kanna møguleikarnar fyri at skipa ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina ígjøgnum Sandoynna.

Tað heldur Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt Strandferðsluna í morgun og í tí sambandinum helt Bjarni Djurholm, at vit eiga at kanna møguleikan fyri at skipa eina farleið ímillum Suðuroy og Sandoy, fyri síðani at ferðast víðari úr Sandoy til Havnar – um nøkur ár verður tað ígjøgnum undirsjóvartunnil.

 

Tað er ofta ført fram, at størsti trupulleikin hjá Suðuroyingum er, at Smyril siglur so sjáldan, at hvørja ferð, suðuroyingar hava ørindi norðanfjørðs, ella norðoyingar hava havt ørindi sunnanfjørðs, fer ein heilur dagur, ella meiri.

 

Men Bjarni Djurholm sigur, at verður ferðasambandið lagt um Sandoy, kunnu einir seks, sjey túrar verða ímillum Suðuroy og Havnina um dagin, istaðin fyri tveir, tríggjar túrarnar, Smyril siglur nú.

Hann sigur, at sostatt kann túratalið til Suðuroyar trífaldast.

 

Bjarni Djurholm sigur, at hetta er ein spurningur, ið varð frammi, tá ið tosið um Sandoyartunnilin upprunaliga tók seg upp.

Um Smyril er rætta skipið til endamálið, veit Bjarni Djurholm ikki, men hann heldur, at hetta er ein spurningur, sum eigur at vera tikin, við í kanningunum.

Ein partur av kanningini eigur eisini at vera, hvat skal til fyri at útbyggja havnina á Sandi til eina samferðsluhavn og hvat tað fer at kosta at gera eina samferðsluhavn í Hvalba, so at ferðasambandið verður ímillum Hvalba og Sand.

 

Men hetta fall Kristini Michelsen Michelsen rættiliga fyri bróstið.

Tað vísur, at Bjarni Djurholm hevur ikki skil fyri streymi og onnur viðurskifti, staðfestur hann.

Hann sigur suðuroyingar vilja ikki sigla um Sandoynna, men beinleiðis til Havnar.

Bjarni Djurholm kvittaði við at siga, at hann er ikki vísur í, at streymviðurskiftini eru ein forðing.

- Spurningurin er, um hetta ikki bara er eitt páskot fyri ikki at forða fyri, at ruta verður skipað ímillum Sandoy og Suðuroy, heldur hann.