Nýggjárið í Suðuroynni er tiltikið, og serliga er tað í Vági, at nógv verður gjørt burturúr nýggjárshaldinum. Tað er ikki óvanligt, at bæði útlendingar og føroyingar norðanfjørs leita sær suður at halda nýggjár.
Men tey, ið ætla sær suður á nýggjárinum og ikki eru komin suður enn, mugu gera skjótt av. Smyril skuldi sigla suður klokkan 13, men vegna vánaligt veður er broyting komin í ferðaætlanina. Túrurin av Havnini er framskundaður tveir tímar, so Smyril siglur suður klokkan 11.
Smyril sigldi fyrsta túrin av Krambatanga klokkan 07 í morgun, og seinasti túrur áðrenn 2019 verður nú klokkan 11.
Veðrið argar eisini á sandoyarleiðini. Teistin siglur síðsta túr úr Skopun í dag klokkan 12:30 og av Gomlurætt klokkan 13:15. Túrurin út í Hest klokkan 14:30 og túrurin úr Hesti klokkan 14:40 verða sostatt ikki sigldir.