Smyril framskundar fráferð

Fyri at bjarga milliónavirðum frá fiskaútflytarum í Suðuroy, noyðist Smyril at framskunda fráferðina úr Suðuroy seinnapartin Tað ringa veðrið hevur mangan loypt ólag á samferðsluna og tað ger tað aftur í dag. Í dag merkir tað, at Smyril má framskunda sína fráferð úr Suðuroy í dag í ein tíma.

Sostatt siglur Smyril av Krambatanga í dag klokkan 13 ístaðin fyri klokkan 14, sum hann annars skuldi eftir ferðaætlanin.

Strandferðslan sigur, at tað er Smyril Line, sum er orsøkin til broytingina.

Norrøna skuldi sigla av Havnini klokkan 17, men hevur framskundað ferðina til klokkan 15.

Hetta er tann dagurin tá ið nógvur fiskur verður fluttur av landinum og fyri at fiskaútflytarar úr Suðuroy ikki skulu liggja innibrendur við fiski fyri milliónavirði, hevur Strandferðslan gjørt av at framskunda fráferðina hjá Smyrli, so at fiskurin, sum skal av landinum, lukkast við Norrønu.